Í ferðalagnum eru óvanliga nógv norsk tíðindafólk. Eitt sindur løgið havandi í huga, at norðurlendska samstarvið ikki er tað, tey vanliga brúka nógva tíð uppá. Men orsøkin man ikki vera, at tey brádliga hava fingið ein norðurlendskan anda yvir seg. Bæði forsætisráðharri, Jens Stoltenberg, og uttanríkisráðharri Noregs, Thorbjørn Jagland, eru á veg til Reykjavík.
Dagin eftir norðurlandaráðsfundin byrjar landsfundurin hjá norska javnaðarflokkinum - ein fundur, sum kann gerast tann mest spennandi í nógv ár. Norsku fjølmiðlarnir brúktu fleiri 100.000 krónur til at senda tíðindafólk aftaná Stoltenberg og Jagland. Teir báðir vóru í Reykjavík í góðar 24 tímar - og tíðindafólkini fingu eingi skelkandi tíðindi frá teimum. Í umleið 50 ár hevur Norðurlandaráðið virkað fyri at skipa norðurlendska samstarvið. Vit hava fingið eitt samstarv, sum tey flestu av okkum ikki hugsa um í gerandisdegnum. Nógv av tí, vit taka sum eina sjálvfylgju, byggir á felags norðurlendskar avtalur, sum norðurlandaráðið hevur samtykt og latið upp í hendurnar á teimum tjóðarligu myndugleikunum at føra út í lívið. Vit kunnu nevna passfrælsi, møguleikan at lesa har vit vilja í øðrum norðanlondum og møguleikan at fáa okkum eitt starv í einum øðrum norðanlandi uttan at noyðast at søkja tjóðarligar myndugleikar um uppihaldsloyvi, arbeiðsloyvið ella lestrarloyvi.
Vit taka tað norðurlendska samstarvið sum eina sjálvfylgju, og fyri nógvar av luttakarunum á norðurlandaráðsfundunum, so skal hetta ráð vera ein »kaffiklubbur«. Vit skulu vísa, at vit eru vinir og at okkum dámar hvør annan, og vit mugu fyri alt í heiminum ikki tosa um viðurskifti, sum vísa á øki, har ikki øll eru samd um eina felags loysn. Hetta er fyrst og fremst galdandi fyri viðurskifti, sum eru innanhýsis í norðurlendska samstarvinum. Ikki skal tosast um ósemjur millum lond ella partar av norðanlondum. Tað er strangliga bannað, og einstakir politikkarar eru skjótir uppá talarastólin, tá politikkarar úr øðrum londum vísa á ósemjur millum tvær aðrar norðurlendskar tjóðir. Sami peikifingur er ikki á lofti tá norðurlandaráðið brúkar tímar uppá orðaskifti um ES, Eystureuropa ella serliga baltalond.
Á fundinum í Reykjavík blivu fleiri tímar brúktir til at hava eitt orðaskifti um, hvørt baltalondini skulu gerast limir í norðurlandaráðnum, hóast einki av teimum trimum baltalondunum hava søkt ella víst áhuga í at gerast limir í norðurlandaráðnum. Men tá ein íslendskur politikkari hættir sær at spyrja danska forsætisráðharran um, hví Føroyar ikki vóru nevndar í hansara røðu, svaraði ikki umboð fyri stjórnina - nei tá fór eitt føroyskt umboð upp og vísti á, at slíkt ikki hoyrir heima í norðurlandaráðnum. Havandi hendan hugburðin í huganum er tað als ikki løgið at norðurlendsk tíðindafólk halda hesar fundirnar vera einkisigandi.
Frammanundan fundinum hevði bert ein danskur fjølmiðil givið boð um, at tey komu. Tað var Stockholm-blaðfólkið hjá Jyllands-Posten. Úr Svøríki kom eisini bert eitt umboð, tað var fyri Dagens Nyheter. Finnar høvdu sent ein heilan herð - men so er Finland eisini formansland í norðurlandarádnum komandi árið.
Fjøldin av norskum tíðindafólkum sum komu úr Noregi brúkti ikki tíð uppá norðurlandaráðið. Tey skrivaðu um norskan politikk og vitjan Jens Stoltenbergs á deCode. Norðurlendskur politikkur er taparin - og serliga gongur hetta útyvir Útnorðursamstarvi og londini í útnorðuri, sum framvegis ikki vera nevnd av øðrum enn íslendarum, grønlandarum og føroyingum. Gongdin er vandafull, um ikki norðurlandaráðið í størri mun vísir egnum limalondum líka stóran áhuga sum Brussel, Baltalond og Eystureuuropa. Kanska tíðindafólkini høvdu skrivað um norðurlandaráðið, um ikki politikkararnir eru so bebbaræddir fyri at nerta við innanhýsis ósemjur. Sum er heldur kaffiklubburin fram í einum vandaleysum ráði.