? Skal eg tosa út frá mær sjálvum, so havi eg ongantíð tikið tað sum eina sjálvfylgju, at vit fóru at vinna gull.
Tað sigur Karin Hansen, sum er ein av teimum trimum málverjunum hjá StÍF.
? Tá tað vóru eini fimm dystir eftir, fóru fólk so smátt at tosa um, at vit fóru at gerast føroyameistarar, men eingin dystur er avgjørdur áðrenn hann er spældur, sigur hon.
StÍF hevur havt eitt sindur av trupulleikum við skaðum seinastu tíðina. Alis Høghamar hevur havt trupulleikar við liðbandinum, og bæði Eyðleyg Mikkelsen og Karin Hansen keiktu fótin herfyri, men tær vera allar tríggjar við í dag.
? Vit hava ansað væl eftir hesa vikuna undir venjing, so at einki býtt hendir áðrenn dystin í dag, sigur Karin Hansen.
Annars hevur venjingin verið sum vanligt.
? Vit hava vant tríggjar ferðir um vikuna alla kappingina, og tað hava vit eisini gjørt hesa vikuna. Vit eru eisini nógv saman annars og hava tað gott sosialt, sigur Karin.
Nøkulunda sama støði
Tey flestu eru á einum máli um, at dysturin á Skála í dag verður spennandi, ikki bert tí, at so nógv stendur upp á spæl, men eisini tí, at talan er um tvey jøvn lið.
? Eg haldi, at liðini eru á nøkulunda sama støði. Tær eru eitt sindur yngri enn vit ? miðalaldurin hjá okkum man liggja onkustaðni seinast í tjúgunum ? men eg veit ikki, um tað kann gerast ein fyrimunur fyri okkum, sigur Karin Hansen.
Ein munur er, at fleiri av spælarunum hjá StÍF hava verið føroyameistarar fyrr. Í 1991 og 1993 vann Skála føroyameistaraheitið hjá kvinnunum, og hóast liðið nú eitur StÍF, eru fleiri spælarar, sum ganga aftur.
Hinvegin hevur Kyndil ikki verið føroyameistari síðani 1981. Tað eru 17 ár síðani, og sum vera man er eingin eftir av teimum, sum spældu tá.
Ikki altíð fyrimunur
at hava heimavøll
Karin Hansen roknar ikki við, at tað verður nakar serligur fyrimunur hjá StÍF at spæla á heimavølli.
? Tað hevur ikki altíð verið ein fyrimunur hjá okkum. Vit hava eisini fingið minst líka góð úrslit á útivølli sum á heimavølli, sigur hon.
? Men tað verður í øllum førum ein spennandi dystur, tað ivist eg ikki í, sigur Karin Hansen.
? Einki er avgjørt fyrr enn seinasta bríksl. Verður tað gull, er tað jú frálíkt, men verður tað silvur, mugu vit siga sum so, at vit hava spælt okkum til silvur. Men vit fara so í øllum førum at gera okkara besta, sigur Karin Hansen at enda.