Einki flog í Sarpugerði

90 min.

Tá ið leiktíðin var um at vera farin, var um reppið, at B68 skoraði. Ndende stýrdi við høvdinum bóltin ímóti málinum eftir frísparksinnlegg frá Øssuri Hansen, men Geza Turi bjargaði sera væl.

Í næsta álopinum var um reppið, at Martin Olsen hjá Víkingi skoraði eftir innlegg frá Finni Justinussen, men B68 verjan vardi fyri.

Liðugt!

0-0

Víkinga verjuspælarin, Atli Gregersen, er á veg av vøllinum fyri síðstu ferð. Mitt í næstu viku flytir hann til Skotlands at spæla.

 

---

 

85 min.

0-0

Tað er einki, sum bendir á, at mál fara at verða skorað. Hvørki av liðunum tykist sinnað at spenna álopsbogan nakað.

 

75 min.

0-0

Tað er tætt og intensivit, og tað hava verið spentar støður frammanfyri bæði málini. Men tað er framvegis málleyst. Verjurnar eru omaná, og álopini liggja undir!

 

 

45 min.+ 2 min.

0-0

Hálvleikur!

Poul N. Poulsen hjá B68 hevur sæð gult fyri at halda fast í troyggjuni hjá Kaj Leo í Bartalsstovu.

Møguleikar hava verið í báðum endum, men tað er framvegis einki mál skorað.

 

-

 

40 min.

0-0

 

-

 

35 min.

0-0

Teir eru ikki so bragdligir, sum teir vóru fyrstu løtuna. Viljin er góður, men skipaða spælið er einki at rópa hurrá fyri.

Jóhan Petur Poulsen hjá B68 hevur sæð gult fyri at fella Nenad Stankovic.

Lotið, sum B68 hevur undan, er vaksið nakað.

 

-

 

25 min.

0-0

Bárður Hansen hjá Víkingi hevur sæð gula kortið.

Bestu royndina higartil hevur Óli Olsen hjá B68 havt. Eftir at hava sneitt framvið mótstøðumanni smekkaði Óli til, men Geza Turi bjargaði til hornaspark.

Nenad Stankovic á miðvøllinum hjá Víkingi verður ógvuliga væl ansaður av fyrrverandi liðfeløgunum í B68.

 

---

 

10 min

0-0

Fyrstu løtuna hevur tað verið lívligt. Heimaliðið legði bragdliga fyri, og tað var tvær ferðir um reppið, at bólturin fór í B68 málið. Síðani hevur B68 onkra ferðina verið framvið.

 

-

 

Oyggjauppgerðin millum Víking og B68 í Sarpugerði er á skránni í kvøld. Frásøgn er á Rás2, og vit fylgja við her á Portalinum:

 

Víkingur-B68 kl. 18.00

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Bárður Hansen - Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen, Nenad Stankovic, Kaj Leo í Bartalsstovu - Finnur Justinussen, Hjartvard Hansen (Martin Olsen, 77.)

Gult kort: Bárður Hansen og Martin Olsen

B68: Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Oddur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen - Jóhan Petur Poulsen, Ndende, André Olsen (Eli Simonsen, 62.), Remi Langgaard - Óli Olsen, Keita

Gult kort: Poul N. Poulsen og Eli Simonsen