Einki Russland upplivilsi

Vit fingu somu byrjan sum móti Russlandi við einum máli tíðliga, men Serbia vóru uppgávuna vaksnir og svaraðu aftur. Tað endaði áðru ferð á rað við griðum tapi á útivølli fyri føroyska U-21 landsliðið

Í tíggju minuttir leita tankarnir aftur til hitt minniliga brakið í Gundadali móti Russlandi. Við frálíkum frísparki hevur Róaldur Jacobsen lagt føroyska U-21 lands­liðið á odda eftir bara seks minuttum. Upptaktin hevur eisini verið tann sama. Liðið hevur tapt stórt dystin frammanundan og nógvar broytingar eru á liðnum.
Í næstan tíggju minuttir megnar føroyska liðið at halda trýstinum frá serbisku mótstøðuni, sum minn­ur um russisku mótstøðuni á sinni. Teir eru teknist væl fyri, skjótir á fótum og ikki minst kropsliga sterkir.
Tá klokkan vísur, at vit hava spælt í eitt korter megnar U-21 landsliðið ikki at standa ímóti meir.

Skrædl í ein hálvan tíma
Komandi hálvi tímin minnur tó mest um dystin móti Norður­írlandi. Føroyska liðið megnar als ikki at steðga serbisku mótstøðuni, sum ferð eftir ferð kemur til mál­møguleikar. Eftir eitt av hesum álopinum kemur Nemanja Kojic at standa leysur langt inni í okkara brotsteigi og stútar bóltin hart í málið handan Kristian Joensen.
Tað ganga bara tveir minuttir, so er aftur gali í føroysku verjuni. Hornaspark kemur innfyri og Matija Nastasic er hægstur og so er Serbia á odda.

Trýstið heldur fram
Nú vónaði føroyska liðið helst, at trýstið á føroyska málið fór at minka, men so var ikki. Tvær ferðir er nær við at Serbia økir, áðrenn málið til 3-1 kemur. Hesa ferð er talan um framúr mál, sum Darko Lazovic skorar. Staddur í vinstru síðu rekur hann inn í brotsteigin og sendur bóltin í handara mál horn.
Fimm minuttir fyri hálvleik verður serbiska yvirtakið staðfest, tá Luka Milunovic økir til 4-1 eftir innlegg. Ein næstan fullsettur Gradski leikvøllur hevur verið vitni til serbiska yvirvág í 40 min­uttir, sum er umsett til fýra mál. Men tey eru eisini komin at kenna Róald Jacobsen.

Góður seinni hálvleikur
Í seinna hálvleiki kemur føroyska liðið væl betri við og kemur til fleiri góðar málmøguleikar. Dánjal á Lakjuni kemur inn fyri Klæmint Olsen. Fleiri ferðir eydnast at spæla seg úr serbiska trýstinum og kom til góðar støður. Serliga í høgru­síðu kom fleiri innlegg, men serbiska verjan er sterk og ruddar vekk.
Bestu støðuna kemur Gunnar Zachariasen í, tá serbar senda eitt málspark beint í beinini á honum. Verjan er tó skjót aftur og hart kroystur eydnast honum ikki at fáa skot á málið.

Keðiligt fimta mál
4-1 er ríkiligt hjá serbum at verða á odda, men stutt fyri tíð økit Darko Lazovic til 5-1, sum ikki sær eins pent út. Málið setti líka sum eina striku undir styrkina hjá serbiska U-21 landsliðnum, tá teir hava ein góðan dag.
U-21 landsliðið hevur nú spælt tveir útidystir á rað og báðir eru endaðir við greiðum ósigrum. Komandi uppgávan er í Aalborg móti Danmark, vónandi reisa dreing­irnir seg til tann dystin.