Nýggj lóg í Afganistan sigur, at maðurin hevur loyvi til at hungra konu sína, um hon noktar honum sex. Forsetin í Afganistan Hamid Karzai hevur samtykt og undirskrivað eina nýggja familjulóg, sum millum annað gevur shiamuslimskum monnum loyvi til at hungra teirra konur, um tær nokta at hava sex við teimum.
Sambært bretska blaðnum The Times bleiv lógin sett í gildið tann 27. Juli í ár.
Upprunaliga staðfesti lógin, at kvinnur skuldi geva manninum sex hvønn fjórða dag. Hendan lógin legði sostatt upp til, at tað nærum var ógjørligt hjá kvinnuni, at melda mann sín fyri neyðtøku, tí hann hevði rætt til at krevja sítt.
Men hendan lógin skapti so nógva øsing kring heimin, frá eitt nú mannarættindafelagsskapum og leiðarum kring vesturheimin, at Hamid Karzai forseti í Afganistan valdi at broyta hana.
Lógin er nú broytt til, at menn hava loyvi at hungra konu sína, um hon ikki vil geva honum sex.
Lógin sigur eisini, at kvinnan skal hava loyvi frá manninum, um hon skal hava eitt starv uttanfyri heimið. Og lógin gevur eisini pápum og abbum fullan foreldramyndugleika yvir børn, ið eru borin í heim innan hjúnabandið.