Einki sólarris á longsta degi

Tær fóru suður í Dalar í Nólsoy á náttartíð at síggja sólina rísa á longsta degi, men har var eingin sól.

Longsta dag - 21. juni - fóru nakrar kvinnur á náttartíð suður í Dalar í Nólsoy at síggja sólina rísa úr havsbrúnni. Tær høvdu fingið at vita, at sólin sambært Almanakkanum reis henda morgun klokkan 03.41.

 

Longu um 03-tíðina vóru tey á veg, men tá tey stóðu í náttúruvakra umhvørvinum suðuri í Dølum nakað fyri klokkan 03.41, var eingin sól at síggja, tó at tað tóktist hampiliga eystureftir.

 

- Nei, vit sóu onga sól, men hetta var kortini ein góður náttartúrur, og tað virkaði eisini hampiliga lýtt, siga kvinnurnar, sum gjørdu sær henda túrin á longsta degi, og ikki vóru heima aftur, fyrr enn umleið klokkan 05.00.

 

Tað er vanligt at fara á fjøllini á longsta degi. Ætlanin var eisini, at eitt ferðalag skuldi fara niðan á Slættaratind, men ferðin, sum Kunningarstovan í Saltangará stóð sum fyriskipari av, varð avlýst vegna ov lítla undirtøku.

 

In.fo hevur lænt viðheftu mynd av facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá.