Einsamøll saman

Johannes Møllehave greiðir einastaðni frá, at hann tók eitt par, sum stóð og tumlaði á vegnum, upp í bilin. Hann skuldi koyra langt og vildi hava onkran at tosa við. Hann vildi tó ikki byrja samrøðuna, men vildi lata parið siga fyrstu orðini. Tey søgdu tó ikki eitt einasta orð. Tey koyrdu í fleiri tímar, og tá parið skuldi setast av, spurdi Møllehave, um tey yvirhøvur kendu hvørt annað. – Vit skulu giftast um ein mánað, var svarið.
Vit tosa alsamt minni saman. Her í Keypmannahavn er heilt galið. At koma inn í bussin er sum at koma inn í eitt kapell, og kennir tú ongan (tað gert tú næstan aldri) tosar tú ikki við nakran. Øll hava ein i-pod, sum verjir tey frá umheiminum. Oyraproppar við leidningi eru eitt sterkt tekin um, at fólk ikki vilja órógvast. Og á støðum, sum krevja eitt minimum av sambandi við umheimin, t.d. á apotekinum, har man skal fylgja við í, nær man eigur tørn, hava vit fartelefonir, sum kunnu logga á netið. So sleppa vit frá at vera til staðar og at fyrihalda okkum til tey, vit bíða saman við.
Eitt eru tó fremmand fólk, sum vit ikki tíma at práta við. Nakað annað eru tey, vit fylgjast við á lívsleiðini.
Eygleiddi eitt par á eini matstovu. Rammurnar vóru settar til nærveru við víni og livandi ljósi. Hon hugdi uppá hann, og hann… ja, hann tosaði í telefon. Og tjekkaði mail og facebook. Líka frá forrætti til dessert søgdu tey nærum einki við hvørtannað. Tí hóast hann sat har, var hann ikki til staðar.
Ì gjár bar tó av, tá eg møtti einum pari við barnavogni. Ein fitt familja, sum var farin út at trilla. Men bæði foreldrini høvdu i-podin drøn frá. Og har sat barnið púra einsamalt í verðini, hóast tað var saman við báðum foreldrunum. Tað kundi ikki tosa um, hvat tað sá og upplivdi á vegnum. Tí eingin lurtaði.
Granskarar siga, at vit nú eru á veg út úr individualistiska tíðarskeiðnum. At felagsskapurin er in, og vit aftur skulu koma hvørjum øðrum við. Men so leingi vit isolera okkum í tøknini, heldur enn at varnast medmenniskjuni, hjálpa samtalukøkar og vælveru-wc fyri tvey einki.