Strandferðslan hevur dagført ferðaætlanina fyri leið 100 millum Vestmanna og Tórshavn og leið 300 millum Sørvág/flogvøllin og Tórshavn.
Dagføringarnar snúgva seg í høvuðsheitinum um betri samband við aðrar leiðir.
- Ferðaætlanin er tillagað soleiðis, at tað verður lættari at ferðast til og frá Miðnámi í Vestmanna. Harumframt verður betur samband við flogferðsluna.
Hetta hevur leingi hevur verið eitt ynski frá Miðnámi í Vestmanna.
- Broytta ferðaætlanin fer at gera dagin hjá næmingum og starvsfólki á Miðnámi munandi smidligari, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
Á Strandfaraskipum Landsins hava tey sett ferðaætlanina upp soleiðis, at tað er lættari at síggja, hvussu koyrt verður mitt í viku, leygardag og sunnudag.
Neyvari kunning um dagførdu ferðaætlanina sæst á heimasíðuni - www.ssl.fo











