Tørvur er á at endurreisa álitið hjá Grønlandi á USA.
Tað er boðskapurin frá grønlendsku uttanríkisráðfrúuni, Vivian Motzfeldt, mánadagin á durafundi í Nuuk um samstarv millum Grønland og USA.
Amerikanski sendiharrin í Danmark, Ken Howery, luttekur eisini.
– Okkara land og USA hava samstarvað í 80 ár. Við støði í felags áhugamálum. Tørvur er á, at álit verður endurreist, so vit kunnu halda fram við góða samstarvinum, sigur Vivian Motzfeldt úr Siumut-flokkinum, sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq.
Tað er knapt eitt ár síðani, at tann tá komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, luftaði tankan um, at USA skal yvirtaka Grønland av trygdarávum.
Síðani tá hevur forsetin fleiri ferðir tosað um sama evni, og Donald Trump hevur ikki eingongd noktað fyri at vilja brúka hernaðarmegi fyri at fáa vald á Grønlandi.
Útsøgnirnar skaptu altjóða politiskan ófrið, og tær stuðlaðu undir, at viðurskiftini millum USA og danska kongaríkið í eitt tíðarskeið vóru ógvuliga spent.
– Útsøgnirnar hava sjálvandi skapt ótryggleika og tankar. Tí er neyðugt, at vit kunnu tosa opið um slík evni. Eg vil leggja dent á, at okkara land og USA eru tættir bandamenn. Leiðin er skapt til framtíðar samstarv og samband, sigur Vivian Motzfeldt við blaðið Sermitsiaq.
Umboð úr Grønlandi, Danmark og USA hittast í Grønlandi at taka formligar trípartafundir uppaftur.
Fundirnir fara fram í teimum báðum forunum, Joint Committee og Permanent Committee, sum á donskum eita Det Fælles Udvalg og Det Permanente Udvalg.
Naalakkersuisoq Vivian Motzfeldt leggur dent á, at "tá vit tosa um framtíðina hjá Grønlandi, eru tað bara vit úr Grønlandi, sum skulu skapa okkara framtíð".
/Ritzau/











