Níggju frystilínuskip fiska í løtuni í føroyskum sjógvi, eitt er á Íslandsrygginum, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.
- Línuskipini fáa mest av toski, longu og brosmu. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin er harður, men batnar, sum vikan gongur, og veðrið verður umskiftandi.
- Vita vænta tískil ikki tann heilt nógva útróðrarfiskin í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at nú kunnu útróðrarbátar í Bólki 5B byrja at fiska aftur hesa vikuna.











