Eisini á Toftum fingu foreldur klipp í koyrikortið

Mikudagin vóru tað foreldur á Strondum, í gjár vóru tað foreldur á Skála sum koyrdu við børnum uttan at binda tey í

Løgreglan gjørdi í gjár eitt ferðsluátak við skúlan á Toftum. Har kannaðu tey einar 30-35 bilar. 

– Tvey mál vórðu skrivað, har fólk fingu klipp í koyrikortið, tí at børnini í bilinum ikki sótu íbundin í trygdarbelti, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

 

Mikudagin vóru tey við barnagarðin á Strondum, har sjey bilførar somuleiðis fingu klipp í koyrikortið, tí børnini ikki sótu íbundin í bilinum.

Innan Glyvur var ein bilførari tikin fyri at koyra 87 km um tíman, og tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum. Í Han var ein tikin á ringvegnum fyri at koyra í fartelefon.

Í Kollafirði gjørdi løgreglan eisini ferðkanningar, tað var í bygdum øki. Har fekk fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikorti og tvey fingu bót.

Reglarnar eru soleiðis, at koyrir tú 20 km um tíman ov skjótt, har tað loyvt at koyra 50 og 80, so fært tú klipp í koyrikortið. Koyrir tú 30 km ov skjótt, so fært tú treytaða frádøming.

Eisini í Suðuroy gjørdi løgreglan ferðkanningar. Tað var á landsvegnum við Porkeri, har ein bilførari varð tikin fyri at koyra 105 km um tíman, sum gevur klipp í koyrikortið.

Á landsvegnum í Norðragøtu vórðu eisini tvey klipp givin bilførarum, sum koyrdu ávikavist 107 og 108 km um tíman.

Seinnapartin í gjár møtti løgreglan í Havn einum bilførari, sum tey kendu aftur og vistu, at hann hevði mist koyrikortið. Hann varð steðgaður. Tað vísti seg, at hann umframt ikki at hava koyrikoyrt, eisini varð ávirkaður. Har varð blóðroynd tikin og ein skuldseting á lofti.