Eitt føroyingalið vann og trý taptu

Talan gjørdist um ein misjavnan dag hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Fýra føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Talan gjørdist um ein sigur og trý tap hjá føroyingaliðunum í dag.

 

Tað eydnaðist Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfeløgunum í Aarhus HC á heimavølli at vinna ein góðan 28-26 sigur á Grindsted, ið er næstfremst í deildini. Í steðginum var Aarhus á odda 14-12.

 

Teis var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Aarhus.

 

Aarhus er nummar seks í deildini við 25 stigum.

 

Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge taptu á heimavølli tepurt 29-30 fyri Midtjyllandi. Í steðginum var útiliðið á odda 15-14.

 

Julian skoraði eitt mál.

 

Køge er aftast í deildini við bert seks stigum.

 

Leivur Mortensen, Jónas og Janus Djurhuus, og liðfelagarnir í FIF taptu á útivølli greitt 29-36 fyri Tønder. Í steðginum var Tønder á odda 16-12.

 

Jónas gjørdist toppskjútti hjá FIF við sjey málum. Leivur skoraði tvey mál og Janus skoraði eitt mál.

 

FIF er nummar átta í deildini 16 stigum.

 

Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken taptu á heimavølli stórt 26-37 fyri Skive. Í fyrra hálvleiki var Skovbakken væl betri við, og í steðginum var Skive bert á odda 14-12.

 

Niklas skoraði tvey mál.

 

Skovbakken er triðaftast í deildini við 10 stigum, og liggja Niklas og liðfelagarnir sostatt á einum niðurflytingarplássi. Skovbakken hevur tó bert eitt stig upp til Odder og Odense, ið bæði hava 11 stig.