Eitt føroyingalið vann og tvey taptu

Hetta gjørdist ein misjavnur dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum

Í dag vóru trý føroyingalið í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Einasti føroyski sigursharrin í deildini var Kjartan Johansen (myndin). Kjartan og liðfelagarnir í Vendsyssel vunnu í Park Vendia høllini í Hjørring greiðan 31-23 sigur á Give. Í steðginum var Vendsyssel á odda 14-10.

 

Kjartan skoraði fýra mál í dystinum.

 

Vendsyssel er nummar seks í deildini við 12 stigum.

 

Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne taptu á heimavølli í Lollands Bank Arena 28-32 fyri oddaliðnum, Skive. Útiliðið var á odda 16-14 í steðginum. 

 

Pauli skoraði fýra mál og Pætur skoraði tvey mál.

 

Suðuroyggjamenn eru nummar fýra í deildini við 14 stigum. Skive er fremst í deildini við 20 stigum. 

 

Pauli Jacobsen, Jónas G. Djurhuus, Janus Dam Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn taptu á heimavølli í Bavnehøj Arena 20-30 fyri KIF Kolding. Tað gekk frægari hjá føroyingaliðnum í fyrra hálvleiki, og í steðginum var KIF Kolding bert á odda við tveimum málum, 14-12. 

 

Leivur skoraði trý mál, og Janus og Jónas skutu eitt mál hvør.

 

HC Keypmannahavn er næstaftast í deildini við bert tveimum stigum.