Eitt harðs­kaps­mál á norð­oya­stevnu meld­að til løg­regluna

Og í gjár komu tvær fráboðanir um útlendskar ferðaleiðararar

Sambært samdøgursfrágreiðingini hjá løgregluni, so hevur seinasta samdøgrið verið rættiliga friðarligt. Tó so kom ein fráboðan um harðskap á norðoyastevnu. Tað er ein persónur, sum hevur meldað ein annan persón fyri harðskap. Hesin harðskapur skal vera framdur uttan fyri eitt skeinkistað í Klaksvík um fýra tíðina sunnumorgunin.

Løgreglan veit, hvør persónurin er, sum skal hava fram harðskapin og fer at tosa við hann.

Spurdur um nakrar fráboðanir eru komnar um útlendskar ferðaleiðarar sigur vaktleiðarin, hann hevur fýra fráboðanir liggjandi á borðini frá í gjár. Men, sum hann sigur, í flestu førum eru viðurskiftini í lagi, og tey hava neyðugt arbeiðsloyvi. Ofta er eisini talan um norðurlendingar, og tá er tað eingin trupulleiki við arbeiðsloyvi.

Vaktleiðarin sigur, at tað komu nógvar í byrjanini, nú er tað eitt sindur avhæsað. Hann sigur eisini, at fólk fara sjáldan yvir til hesar ferðaleiðarar at spyrja um viðurskifitini eru í lagi.