Haaland hevur klipt sær

Tað tykist kanska ikki, sum stórvegis tíðindavirði er í, men eitt sum allir útlendskir miðlar hava á breddanum í dag, eru tíðindini um, at Erling Braut Haalnd hevur klipt sær, so langa hárið nú er heilt stutt.

 

Haaland hevur í dag kunngjørt við mynd á Instagram, at longu ljósu lokkarnir eru burtur. Og hetta er farið sum rótasúpan í útlendskum miðlum.

 

Hárfagra norska fótbóltstjørnan, ið nú ikki er so hárføgur, skrivar í samband við myndina av stutta hárinum, at nú er nýtt kappingarár fyri framman og nýtt hársnið.