Skipið fór av Havnini klokkan 15.02 leygardagin. Leygarkvøldið sigldi tað landsynning við góðum 15 míla ferð.
Sambært nýggjastu AIS-upplýsingunum væntar Evrima at koma til Lerwick sunnudagin klokkan átta. Lerwick Port Authority hevur skipið á komulistanum klokkan 08 og upplýsir, at tað skal liggja við Holmsgarth 5. Ætlanin er, at Evrima skal fara víðari móti Kirkwall klokkan 18.
##med2##
Evrima hevur seinastu dagarnar eisini verið sett í samband við Oscar-vinnandi Hollywood-stjørnuna Nicole Kidman.
Kidman ferðaðist saman við familju og gestum við Evrima á einari fimm daga ferð kring Ísland. Á Instagram lýsti hon ferðina sum eina ferð fyri lívið og takkaði Ritz-Carlton Yacht Collection fyri at hava tikið væl ímóti familjuni og gestunum.
Á Íslandsferðini vitjaði hon millum annað Akureyri og lavagjógvina Vatnshellir á Snæfellsnesi. Í Vatnshelli fekk ein lítil ferðabólkur eina serliga framførslu frá operasangaranum og tónaskaldinum Alexöndru Chernyshovu. Tá ljósið varð tendrað eftir framførsluna, varnaðist sangarin, at Nicole Kidman var millum áhoyrararnar.
Ferðin hjá Kidman endaði eftir øllum at døma í Reykjavík 18. august. Sama dag fór Evrima undir eina nýggja tíggju daga ferð úr Reykjavík til Greenwich í London.
Tað er tí ikki staðfest, at Nicole Kidman framvegis var umborð, tá skipið kom til Føroya leygardagin.
Á núverandi ferðini hevur Evrima vitjað Grundarfjørð og Heimaey í Íslandi, áðrenn skipið kom til Havnar. Eftir Lerwick gongur leiðin eftir ætlan til Kirkwall og Edinburgh og síðani til London, har ferðin endar 28. august.
Evrima er flaggskipið hjá Ritz-Carlton Yacht Collection. Skipið er 190 metrar langt og hevur 149 svitur við plássi fyri í mesta lagi 298 ferðafólkum. Manningin telur 246 fólk – næstan eitt starvsfólk fyri hvønn gest.
Umborð eru millum annað fimm matstovur, seks barrir, venjingarmiðstøð, spa og ein serlig marina afturi á skipinum, haðani gestir kunnu fara í kajakk og á paddleboard.











