Løgregla og bjargingarfólk á A66 í South Bank nærindis Middlesbrough eftir vanlukkuna tíðliga leygarmorgunin, har sjey fólk lótu lív. Ein Volkswagen Passat, sum koyrdi skeivan veg, rendi frontalt á ein løgreglubil. Mynd: Owen Humphreys/PA Images/Ritzau Scanpix

Sjey deyð – teirra millum tveir løgreglumenn

Sjey fólk, teirra millum tveir løgreglumenn, doyðu í einari ógvusligari ferðsluvanlukku nærindis Middlesbrough í Onglandi tíðliga leygarmorgunin. Ein bilur, sum koyrdi skeivan veg eftir A66, rendi frontalt á ein løgreglubil.

Løgregla og bjargingarfólk á A66 í South Bank nærindis Middlesbrough eftir vanlukkuna tíðliga leygarmorgunin, har sjey fólk lótu lív. Ein Volkswagen Passat, sum koyrdi skeivan veg, rendi frontalt á ein løgreglubil. Mynd: Owen Humphreys/PA Images/Ritzau Scanpix

Vanlukkan hendi klokkan 3.39 leygarmorgunin í South Bank nærindis Middlesbrough í landnyrðingspartinum av Onglandi.

Sambært Cleveland Police var ein Volkswagen Passat farin inn á A66 og koyrdi skeivan veg eftir vegnum. Bilurin rendi frontalt á ein merktan løgreglubil, sum koyrdi rætta vegin.

Fimm fólk vóru í Volkswagen-bilinum, og tvey løgreglufólk vóru í løgreglubilinum. Øll sjey doyðu. Eingin í teimum báðum bilunum kom frá vanlukkuni við lívinum.

Løgreglan hevur upplýst, at Volkswagen Passat-bilurin hevði verið partur av einari løgregluelting undan vanlukkuni. Løgreglubilurin, sum hann rendi á, var tó ikki bilurin, sum elti hann.

Teir báðir deyðu løgreglumenninir eru Matthew Blades, 37 ár, og Tom Clough, 38 ár. Báðir starvaðust hjá Cleveland Police.

Independent Office for Police Conduct, IOPC, sum er óhefti eftirlitsstovnurin við bretsku løgregluni, hevur sett kanning í verk av hendingini og tí, sum fór fram undan samanstoytinum. 

Victoria Fuller, løgreglustjóri hjá Cleveland Police, sigur, at talan er um ein sera tung­an dag fyri løgregluna og øll tey, sum eru rakt av vanlukkuni.

Bretski forsætisráðharrin Andy Burnham hevur eisini sagt, at hann er skelkaður av vanlukkuni, og heitir á fólk um ikki at gita um orsøkina, meðan kanningararbeiðið fer fram.