Føroyameistararnir, Víkingur hevur fingið eina slaka byrjan uppá kappingini við trimum stigum í trimum dystum.
Per Martin Gregersen var heimildarmaður hjá Rás2, tá Víkingur á heimavølli í Sarpugerði tapti 1-2 ímóti NSÍ, har Víkingur enntá eisini brendi eitt brotsspark, tá Adeshina Lawal fekk møguleikan at javna til 1-1. Ìstaðin gjørdist tað NSÍ, ið fekk eina 2-0 leiðslu.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Per Martin Gregersen taka stutt samanum dystin millum Víking og NSÍ.
Per Martin Gregersen heldur, at talan var um eitt heppið, men samstundis dugnaligt NSÍ-lið, ið fekk tað burturúr dystinum í Sarpugerði, ið teir ætlaðu sær.