HONDBÓLTUR
Klokkan á máltalvuni í vælfyltu høllini í Kollafirði vísti 15:51, tá KÍF fyri aðru ferð í dystinum megnaði at skjóta mál. Hini tølini á talvuni talaðu fyri seg, tí har stóð tá 2 til KÍF og 10 til Neistan. Í grundini kundi dysturin verið avblástur og trý korter við sveitta og baksi kundu verið spard, tí tá var longu alt avgjørt.
Ikki tí, KÍF hevði havt sínar møguleikar, og fleiri av teimum vóru bæði góðir og stórir. Men fyri kollfirðingum stóð ein ungur maður, Ári Dam, ið snøgt sagt tók alt! Enntá púra blankir fyri málinum, fingu teir ikki mál, og myrkrið seyg so spakuliga niður yvir tey frammanundan so bjartskygdu heimaviðhaldsfólkini.
Damir Oros, sum eftir skurðviðgerð í knænum var við fyri fyrstu ferð leingi, skoraði beinanvegin við brotskasti, men minuttin eftir fekk Neistin svarað aftur, og so byrjaði annars oyðimarkargongdin hjá kollfirðingum, ið bara ikki vildi fáa ein enda.
Munurin etin upp
Fyrru hálvfinaluna vann KÍF við tveimum málum, men tann munurin var skjótt etin upp, tí samstundis sum Ári Dam í Neista-málinum vísti bjargingar av øllum møguligum slagi, óansæð hvørji kynstur kollfirðingar royndu, var heldur lætt hjá Neistanum at fáa bóltin inn í hinum endanum.
– Vit høvdu eina tendraða verju og ein málmann, sum tók sera nógv tað fyrsta korterið, samstundis sum menn komu til skot og fingu mál akkurát – einar tríggjar ferðir enntá umvegis málmannin hjá teimum. Hinvegin fóru tær mongu skotroyndirnar hjá kollfirðingum á okkara málmann og út, staðfesti spælandi venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, eftir dystin.
– Hjá okkum ráddi um ikki at leypa framav, sum vit gera í so ofta, og tað eydnaðist. Vit kundu róliga og stillisliga byggja okkum eina trygga leiðslu upp, samstundis sum mótbrekkan hjá teimum gjørdist størri og størri. Og hóast teir royndu at stríða seg innaftur í dystin, bleiv hvørt mál hjá okkum aftur eitt stór afturstig fyri kollfirðingar.
Uppiborið finalupláss
Meðan støðan enn var 9-1 til Neistan, fekk Birgir Poulsen reyða kortið frá dómarunum, tí hann var heldur ófantaligur, tá Arnbjørn Hansen leyp inn frá strikuni, men sjálvt í undirtali megnaði Neistin at skora til 10-1, áðrenn KÍF næstu løtuna fekk eini trý mál á rað og hevði hug at nærkast eitt sindur.
Men skjótt hevði Neistin fótað sær aftur, og so gekk dysturin sína gongd, uttan at kollfirðingar nakrantíð fingu fatur í rætta endanum. Heldur ikki gjørdu teir sakina lættari fyri sær sjálvar við at verja offensivt, tí teir fingu ongantíð ordiliga fatur í álopsspælinum hjá Neistanum, sum stórt sæð ótarnað slapp at ganga sína gongd, júst sum Neistin vildi hava tað.
Bara eina løtu í seinna hálvleiki hevði Neistin hug at sløsa eitt sindur, men heldur ikki tað hjálpti stórvegis upp á støðuna hjá KÍF, sum ikki hevði neyðugu styrkina og dygdirnar til at gera stórvegis við Neistan.
At »teir bláu«, sum í gjárkvøldið vóru hvítir, uppiborið vunnu seg í finaluna við samanløgdum sigri, kundi eingin mótmæla, tá trý korter vóru spæld aftur at tí eina, sum avgjørdi alt.
FAKTA um dystin
KÍF-Neistin 24-32 (6-14)
10 min: 1-6
20 min: 3-10
30 min: 6-14
40 min: 11-21
50 min: 17-25
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8, Ási Dam 5, Niklas Reginsson 4, Gert Hansen 3, Jákup Trúgvason 3, Arnbjørn Hansen 1
Neistin: David Edvardsen 9, Áki Mørk 7, Jugoslav Djumic 5, Bogi Berg 3, Ingi Olsen 3, Finnur Hansson 2, Tróndur Kragesteen 1, Jón Ludvík 1, Birgir Poulsen 1
Brotskøst: KÍF 6, Neistin 3
Útvísingar: KÍF 2, Neistin 4
Diskvalifikatiónir: Neistin 2
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen
Neistin í finaluna við samanløgdum 59-53 sigri