Tórshavnar Býráð hevur ní samtykt at játta góðar 2,2 milliónir krónur afturat til illa umstrídda Sjóvinnuhúsið á Vestarubryggju. Av teimum skulu 1,1 millión brúkast til at seta køkin upp í sambandi við matstovuna í húsinum. Men so skal aftur 1,1 millión brúkast til at skifta úthurðina.
Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum sigur, at av misgáum er ein vanlig úthurð sett í høvuðsdyrnar. Men avleiðingin av tí er, at tað er so nógvur trekkur, at tað er ikki verandi innan fyri, og í matstovuni, sum eisini er í veghæddini. Tískil verður neyðugt at skifta hurðina, og at seta eina karusellhurð í fyri at sleppa undan trekki.
Annars hevur býráðið drála á við at gera húsið heilt liðugt til tey vistu, hvør skuldi húsast har, og hvat tey høvdu brúk fyri. Men tað hevur so afturfyri gjørt tað, sum er eftir at gera, munandi dýrari. Eitt nú varð køkin upprunaliga mett at kosta slakar 900.000 krónur, men nú avtornar, kostar kom slakar tvær milliónir.
Men Bogi Andreasen vísir samstundis á, at nú er Sjóvinnuhúsð endaliga liðugt, og tað er leigað út, alt sum tað er. Hann sigur, at nú býráðið hevur samtykt at játta pengarnar, verður farið í holt við arbeiðið alt fyri eitt, soleiðis at tað verður liðugt til nýggja skúlaárið hjá Fróðskaparsetrinum, sum hevur leigað ein stóran part av bygningum.