Eitt ógloymandi vikuskifti við Mølheyggjar á Sandi

Ókeypis atgongd verður allar dagarnar, og fríggjadagin verður bálið tendrað. Tá verða tjøldini eisini opin fyri vitjandi í øllum aldri.

Nú nærkast, til Festivalhöll 2024 letur tjøldini upp við Mølheyggjar á Sandi, og hetta verður komandi vikuskiftið, 5.-7. juli. 

 

- Vit gleða okkum at hitta mongu víkingarnar, sum koma higar úr okkara grannalondum, og sum saman við okkara egnu føroysku víkingum koma at vísa mangt forkunnugt.

 

Á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu verður víst á, at her verður ymiskt handverk at síggja, og her verða bardagaframførslur og víkingaspøl, har vitjandi eru vælkomin at luttaka.

 

- Ókeypis atgongd verður allar dagarnar, og fríggjadagin 5. juli klokkan 11 verður bálið tendrað á bálplássinum, og tá verða tjøldini eisini opin fyri vitjandi í øllum aldri.

 

Lagt verður aftrat, at her verður øksakast, seyðaroyting, eldsmiðjur og mangt annað, eins og góður matur kann keypast á økinum.

 

- Vit gleða okkum til eitt ógloymandi vikuskifti við Mølheyggjar, verður sagt á heimasíðuni hjá Sands kommunu, nú forvitnisliga víkingatiltakið á Sandi nærkast.

 

##med2##