Tað eru ymsar meiningar um viðurskiftini í Framtaksgrunninum, eisini í samgonguni.
Eilif Samuelsen heldur, at hetta eins og so nógv onnur mál, verða gjørt til politisk rumbulsmál, fyri at skaffa politiskar fyrimunir.
Umframt umkonvertering av eginpeninginum í Framtaksgrunninum, fevnir uppskotið um neyðugar broytingar í viðtøkunum og smærri tekniskar broytingar.
Grunnurin skal ikki hava nevdarlim
Eitt nú er ætlanin, at Framtaksgrunnurin sum høvuðsparteigari, ikki av sær sjálvum skal gerast nevndarlimur í einum felag, sum hann setir pening í.
Henda regla fellur burtur Grunnurin skal bert hava ávirkan, um ætlanin er at avtaka felagið ella bygnaðarbroytingar skulu fremjast.
Tað merkir, at Framtaksgrunnurin frameftir skal hava ábyrgdina av eitt nú Fiskasøluni og Fiskavirking og øðrum fyritøkum, sum grunnurin hevur sett pening í, men at tær íløgur, sum grunnurin ger aftaná konverteringina, verða broyttar.
Ein spurningur um tulking
- Tað stendur einki í viðtøkunum um, at Framtaksgrunnurin skal hava ein lim í nevndum, sum grunnurin setur pening í. Tað er ein spurningur um, hvussu nevndin hevur tulkað viðtøkurnar og sína uppgávu, sigur Eilif Samuelsen.
- Tað stendur kortini nevndini í Framtaksgrunninum frítt fyri, hvussu teir tulka viðtøkurnar. Her hevur hugsanin helst verið, at grunnurin ikki vil seta pening í eina fyritøku, uttan so at teir fáa ein lim í nevnd, sum kann ansa eftir peninginumhjá grunninum.
Spurdur um nevndin skal skiftast út, sigur Eilif Samuelsen, at tað ikki er ætlanin. Nevndin sita sína tíð út. og tað er til í januar 1998. Tá skulu løgmaður og danski forsætisráðharrin, sum vara av grunninum, endurskoða skipanina.
Anfinnur fer skeivur
- Hvat hendir um politiski viljin er at Framtaksgrunnurin skal fara á heysin?
- Um so er at grunnurin fer á húsagang, so er tað eingin góð gerð, tí fara tá nógvar aðrar fyritøkur og virki í Føroyum við honum.
- Fólkaflokkurin hevur meldað út, at hann ikki góðtekur uppskotið?
Annfinn Kallsberg hevur sína fatan av Framtaksgrunninum, men aðrir halda, at tað er skeivt, tá hann sigur at um grunnurin hevur meirlutan í einum felag, so skal grunnurin dekka undirskotið. Tað er ikki rætt, sigur Eilif Samuelsen.
- Um Fólkaflokkurin vil at grunnurin og nógv annað skal fara við honum, so stendur tað honum frítt fyri, sigur Eilif Samuelsen.
Fyribils skulu tingmenn síga sína hugsan, og Eilif Samuelsen heldur, at uppskotið kann broytast, men at atkvøðugreiðslan í tinginum avgerð, hvussu verður við Framtaksgrunninum frameftir.