Eitt sera fyrimyndarligt ítróttafólk

Tað sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, um megnar avrikið hjá Julian Gregersen

Týskvøldið skipaði Treysti fyri hugnaløtu fyri Julian Gregersen, sum hin 7. desember setti nýtt met í frælsum ítrótti. 

 

Endatíðin hjá honum gjørdist 2:21:30.

 

- Hetta er nýtt føroyskt met, sum eisini er seks minuttir betri enn gamla metið hjá Absalon Hansen á Oyggjaleikum í Føroyum í 1989.

 

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at Julian gjørdist nummar 259 av 38439 rennarum.

 

- Ómetaliga flott, leggja tey aftrat.

 

Á hugnaløtuni var Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, á gátt við blómum.

 

##med2##

 

Borgarstjórin rósti Julian fyri sítt bragd, og takkaði honum fyri at vera eitt sera fyrimyndarligt ítróttafólk.

 

Andreas Josephsen, nevndarformaður í Treysti, handaði Juliani Gregersen eina gávu frá felagnum og øðrum góðum stuðlum.

 

- Hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum, Julian, eru orðini á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag.