Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð stendur við samtyktina í Tórshavnar Býráð frá 2024, at Tjóðleikhúsið ikki skal verða staðsett á Bursatanga á Eystaru bryggju í Havn.
Hóast borgarstjórin Elsa Berg yvirfyrí KVF hevur sagt, at arbeitt verður við at staðseta Tjóleikhúsið á Bursatanga, so koma umboðini fyri Fólkaflokkin ikki at stuðla hesum.
Eystara bryggja og Bursatangi er til vinnuligt havnavirksemið, og vilja vit ikki á nakran hátt broyta hetta.
Vit taka undir við einum nýggjum Tjóðleikhúsið í Havn, men ein onnur og betri staðseting skal finnast, sum ikki ger seg inn á vinnuliga virksemið á Eystaru bryggju.
Birgir Nielsen, býráðslimur
Høgni Vilhelmsen, býráðslimur
Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð










