Eitt sindur um skipanøvn

Sosialurin fer í nøkrum komandi leygardagsbløðum at prenta tær søgurnar um skipanøvn, sum seinasta summar vóru at hoyra í útvarpssendingini Kontiki

Seinasta summar var sendingin Kontiki í 18 fylgjandi leygarkvøld at hoyra í Útvarpi Føroya. Millum tilfarið, sum var í sendingini, vóru hugleiðingar, sum høvdu samband við skipanøvn, sum føroyingar kennast við.

Eftir áheitan fer Sosialurin at prenta hesar frágreiðingar.

Tað er Edvard Í Skorðini Joensen, sum gongur á Journalistháskúlanum í Århus, men sum í løtuni er í praktikk á Sosialinum, sum hevur skrivað frágreiðingarnar.


Amadeus


Tann, sum hyggur í heftini, føroyska ferðavinnan gevur út, leggur merki til navnið Amadeus. Hetta lítla deksfarið, sum liggur í Vágsbotni í Havn, hagani útferðir verða gjørdar við ferðafólki.

Ikki tí. Í Vágsbotni hevur hetta skipið ligið ein mansaldur at kalla. Tó í mong Harrans ár við øðrum liti og undir øðrum navni. Hesin Amadeus, sum nú flytir ferðafólk á veiðiferðir fram við landi, er tann fyrr so kendi læknabáturin Reyði Krossur.

Men navnið Amadeus kallar í huganum fram heilt aðrar og meira eksotiskar myndir enn skrólandi likkur og murrandi lundar suðuri fyri Urðini í Nólsoy. Hugsað verður beinanvegin um mannin, hvørs navn er kent um allan heimin og sum bar millumnavnið Amadeus. Nevniliga tónasmiðin, og úrmælingin - eysturríkska »geniið« - Wolfgang Amadeus Mozart.

Eysturríkska skaldið Hugo von Hofmannsthal hevur einaferð sagt:

»Erkabiskupsdømið Salzburg er eitt land í hjartanum á hjarta Europu. Tað liggur miðskeiðis millum Schweiz og slavisku londini. Miðskeiðis millum Týskaland í norði og italska Lambardíið í suðri. Mitt millum suður og norður, millum fjallalendi og slættlendi. Millum tað stórbæra og tað friðsæla liggur hetta landið sum eitt bulvirki millum býin og bygdarløgini. Millum tað aldargamla og tað núverandi. Tað barokka, fúrstaliga og tað óbroytandi bygdarsliga. Og júst her mátti Mozart verða føddur.«

Hendan hendingin, sum gjørdist so týdningarmikil fyri alheims tónleikasøguna, fór fram hin 27. januar 1756, tá fiólspælarin Leopold Mozart og kona hansara, Maria Anna, fingu teirra sjeynda barn.

Drongurin varð dagin eftir doyptur í dómkirkjuni í Salzburg og varð nevndur Johannes Chrysostomus Wolfgangus Theophilus Mozart. Hann broytti sjálvur seinni navnið til Wolfgang Amadeus Mozart.

Wolfgang Amadeus Mozart hevði ikki tónleikaevnini frá fremmandum. Eisini faðirin, Leopold, fekst við at komponera. Og ikki var sørt, at Keisarin visti um hann.

Í september 1767, tá Wolfgang var 11 ára gamal, skuldi ein av mongu prinsessunum giftast. Og brúdleypið skuldi haldast, so tað spurdist um ríki og lond, og sjálvandi skuldi nógvur tónleikur til. Hetta var óført høvi hjá tónasmiðunum at fáa eina keisarliga bílegging. Og ikki var leingi, til vognurin hjá Mozart rullaði eftir vegnum millum Salzburg og Wien, har hann fyrr hevði verið so væl móttikin við hovið.

Men hendan ferðin gjørdis ikki sama sigursferðin, sum tann fyrra varð. Ein av tíðarinnar plágum - koppafarsóttin - herjaði landið, og millum mongu ofrini var eisini keisarliga brúðurin. Eisini Wolfgang varð smittaður, men hann hóraði so dánt undan.

Men Mozart feðgarnir hittu tó Keisaran, sum teir tosaðu við um tónleik. Og okkurt hevur hesin 11 ára gamli pilturin dugað, tí úrslitið gjørdist, at Keisarin bað hann skriva ein opera.

Men hon gjørdist ikki tað, Mozartarnir høvdu vónað, og Wolfgang mátti sanna, at hann ikki longur var nakað undurbarn, men ein »vaksin« tónasmiður, sum aðrir komponistar fataðu sum ein vandamiklan kappingarneyta, um vit skulu trúgva tí illtrúna Leopoldi.

Men lítli Mozart fekk uppreisn fyri miseydnaðu operaætlanirnar, tá hovið bað um eina stóra messu í samband við eina kirkjuvígslu.

Og tað var ikki hissini vígsla. Øll tann keisarliga familjan var til staðar eins og ein rúgva av kirkjuleiðarum. Og tann bert 12 ára gamli tónasiðurin, úrmælingurin, Wolfgang Amadeus Mozart, slapp sjálvur at stjórna framførsluni av verki sínum.

Menn hava ivast stórliga, um hetta verkið man vera varðveitt. Men nú eru granskarar komnir til ta niðurstøðu, at talan er um ta sonevndu »Missa solemnis« í c-mol, KV 139, hóast tað kann tykjast mongum ósannlíkt, at ein bert 12 ára gamal drongur kann skriva slíkan tónleik.

Og eisini heima í Salzburg bíðaði viðurkenningin. Arbeiðsgevari Leopolds, Schrattenbach erkabiskupur, útnevndi Mozart til triðja konsertmeistara í orkestri sínum. Væl var tað ólønt, men hann hjálpi tó væl til fíggjarliga við italiuferðini, sum Leopold so leingi hevði ætlað sær.

Men einki varir ævigt. Wolfgang Amadeus vaks og livdi eitt hundalív í Wien. Hann sakk longri og longri niður í svartastu armóð, og doyði hin 5. december 1791 bert 35 ára gamal.

Mozart varð grivin í eini felagsgrøv í útriðuni av Wien, og eingin hevur nakrantíð vitað, hvar grøvin hevur verið.

Men hann gav okkum tónleikin, og í Vágsbotni í Tórshavn liggur navni hansara dagliga og býður fremmandafólki ein túr fram við landi.