Eitt stig til Rógva og Pætur

Rógvi Jacobsen og Pætur Dam Jacobsen vunnu sínum liðum eitt stig í gjár. Teir hjá EB/Streymur stóðu annars til at fara við øllum, men skuldu prísa seg lukkuligar fyri, at ÍF ikki tók øll stigini í yvirtíðini

ÍF-EB/Streymur 1-1 (0-1)

Fótbóltur: Longu í fyrsta minutti skuldi EB/Streymur av røttum lagt seg á odda. Fyrst spældi Leif Niclasen Arnbjørn Hansen púra leysan, men Jákup Mikkelsen vísti beinanvegin, at hann kom at hava ein ógvuliga avgerandi leiklut í dystinum, tá hann kom serstakliga væl úr málinum og vardi fyri royndini hjá kollfirðinginum.
EB/Streymur helt tó trýstinum og beint eftir fyrstu ávaringina frá sundalagsmonnum, legði Bjarni Jørgensen innfyri til Leif Niclasen, sum eisini átti at fingið meira enn einki burtur úr góða møguleikanum. Eisini í hesum førinum var Jákup Mikkelsen vakin og vardi væl.
Júst fyrsti minutturin var ein góð mynd av tí, sum næsti tímin av dystinum hevði at bjóða uppá. Tað var EB/Streymur, sum hevði vandamestu álopini og naskastu royndirnar.
ÍF royndi so frægt teir vóru mentir, høvdu eisini bóltin rímiliga nógv, men vóru meiri ella minni vandaleysir – inn til tað restaðu 20 minuttir og Rógvi Jacobsen var komin á vøllin.

Pætur átti miðvøllin
Áðrenn hetta hevði Bjarni Jørgensen lagt EB/Streym á odda. Tað skuldi tó nógvir kjansir til, áðrenn EB/Streymur fekk bóltin í netið handan Jákup Mikkelsen. Men tá farið var til hálvleiks bendi alt á, at tað bara var ein spurningur um tíð.
Góðar fimm minuttir eftir steðgin bragdaði so hjá sundalagsmonnum. Pætur Dam Jacobsen, sum var nógv tann besti maðurin hjá EB/Streymi, vann seg leysan í høgru og legði væl inn fyri til fremru stong. Har fekk Bjarni Jørgensen, sum annars ikki gjørdi nógv um seg, høvdið á innleggið og Jákup Mikkelsen var prísgivin.
Pætur Dam Jacobsen vísti seg ikki bara sum arkitektur handan málið hjá EB/Streymi. Hann var eisini drívmegin á miðvøllinum, stríðsmaðurin og ofta partur av skapandi spælinum hjá felagsliðnum.

Rógvi broytti alt
Málið gav EB/Streymi ta leiðslu, teir høvdu uppiborið. Men bæði áðrenn og eftir hetta høvdu teir eisini sína kjansir. Arnbjørn Hansen, Pætur Dam Jacobsen og Hans Pauli Samuelsen royndu seg, uttan at eydnan var við teimum.
20 minuttir fyri leiklok bleiv vantandi neyvleikin frammanfyri málinum av álvara revsaður. Í samband við hornasparksstøðu var Rógvi Jacobsen settur á vøllin fyri Fritleif í Lambanum, og hann gjørdi beinanvegin vart við seg. Hornasparksinnleggið stútaði hann beint framvið málinum og so vóru sundalagsmenninir ávaraðir.
Við hesi broyting broyttist alt á vøllinum. Fuglfirðingar tóku nú yvir og varpaðu ein langan bólt fyri og annan eftir móti vælvaksna klaksvíkinginum, og hesum dugdu teir í EB/Streymi ikki væl at verja seg fyri.
Tíggju minuttir eftir at vera komin á vøllin, stútaði Rógvi Jacobsen Andy Olsen leysan, sum skeyt beint framvið.
Men í yvirtíðini var eydnan so við fuglfirðingum. Rógvi Jacobsen var – sjálvandi freistast nógv helst til at siga – maðurin, sum javnaði fyri fuglfirðingar.
Og um væl vildi til, so kundi bæði hann og Øssur Dalbúð skora eitt í part aftrat. Øssur stútaði eitt innlegg heilt upp í samankomingina, men René Tórgarð stórbjargaði. Stutt eftir buldraði Rógvi Jacobsen eitt skot á stongina, men eydnan var við EB/Streymi í báðum førum.
Sostatt endaði alt við, at EB/Streymur í síðsta enda mugu fegnast um eina stigið, teir fingu burturúr. Samstundis hava teir alla orsøk til at iðra seg um, at teir ikki avgjørdu alt, tá teir høvdu møguleikan.
Hinvegin eru fuglfirðingar helst í dag fegnir um stigið, teir ognaðu sær í evstu løtu, tí sæð yvir allan dystin høvdu teir ikki uppiborið meira!