Eitt stuttligt og hugnaligt jóansøkuhald á Sandi

Á Sandi fara tey at halda jóansøku í annaðkvøld, og tað er Ungmannafelagið Virkið, sum skipar fyri. 

 

Jóansøkubál verður tendrað klokkan 19.30, og síðan fer Hendrik Egholm at halda røðu.

 

Eyðstein Ólason fer at spæla undir til felagssang, og skipað verður fyri spølum fyri bæði børnum og vaksnum.

 

Aftur í ár verður hólmgonga, har høvi verður at takast á einum planka, sum verður lagdur um løkin, soleiðis sum myndin oman fyri vísir.

 

Taparin endar í ánni!

 

- Á kvøldinum verður eisini høvi at keypa suppu, pylsur, sunkist, øl og cider, siga tey, sum skipa fyri á Sandi.

 

Á jóansøkuhaldinum verður skipað fyri føroyskum dansi, og á midnátt byrjar dansurin í Virkinum, har FourMENh fara at spæla til klokkan 04.