Rynkeby vitja við Margáir seinnapartin í dag

Á ferðini, sum byrjaði í Klaksvík fyrrapartin, vitja Rynkeby-súkklararnir við Margáir klokkan 16.50 í dag, har býráðslimurin, Trygvi Kallsoy, fer at siga nøkur orð.

 

 

Í Sunda kommunu eru tey so heppin, at Rynkeby-súkklararnir koma á vitjan við Margáir seinnapartin í dag.

 

Og tað er ikki so lítið, ið gjørt verður burtur úr, soleiðis sum greitt verður frá í Sunda kommunu.

 

Ein skrá er løgd fyri vitjanina við Margáir, har súkklararnir verða frá klokkan 16.50 til 17.20.

 

Her fer Trygvi Kallsoy, býráðslimur í Sunda kommunu, at siga nøkur, og ein "rynka" fer eisini at siga nøkur orð. 

 

- Á skránni seinnapartin í dag verður eisini lítið ábit, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Sunda kommunu.