Team Rynkeby vitjar á Strondum

Í dag frá klokkan 15 til 15.25 verður hugnaløta á parkeringsplássinum við rundkoyringina við Sjógv á Strondum, tá Team Rynkeby vitjar.

 

Tað er Sjóvar kommuna, sum skipar fyri á Strondum, og her fer borgarstjórin, Artur Johansen, at siga nøkur orð, eins og stuðul verður handaður súkklarunum.

 

- Øll fáa møguleika at heilsa upp á "rynkurnar", og børn fáa fløgg at veitra fyri teimum. 

 

Í Sjóvar kommunu siga tey, at okkurt gott verður bjóðað til høvið, bæði til børn og vaksin, og her ynskja tey, at fólk møta fjølment til hugnaløtuna fyri Rynkeby-súkklarunum.

 

Tiltakið á Strondum verður frá klokkan 15 til 15.25 á parkeringsplássinum við rundkoyringina við Sjógv.