Eitt veingjaskotið Tjaldur á Skála

Hondbóltur: Liðið hjá Tjaldrinum úr Runavík hevði púrasta mist flogið til dystin móti StÍF sunnukvøldið. StÍF vann dystin heili 42-20 og kundi fyri tann skuld vunnið enn meira. Har var nevniliga eingin mótstøða

Seinasti dysturin í hesum leikumfarinum varð leiktur á Skála sunnukvøldið. Runavíkingar høvdu hættað sær um fjørðin, men eftir dystin hava téir óivað hugsað, at betri var um teir høvdu verið verandi í Runavík.

Úrslitið av dystinum var, at StÍF vant burtur úr Tjaldrinum við ikki minni enn 22 málum. Teir vunnu heili 42-20 og tað vil siga, at strandingar fingu fleiri enn tvífalt

so nógv mál sum runavíkingar.

Tað byrjaði annars ikki so heilt illa hjá Tjaldrinum. Teir fylgdu so nøkulunda við teir fyrstu tíggju minuttirnar av dystinum. Tá tíggju minuttir vóru spældir var støðan 6-5 til StÍF, men so skrædnaði verjan hjá Tjaldrinum og eftir lítlari løtu høvdu strandingar lagt seg framum við trimum málum afturat.

Men í staðin fyri at geva skarvin yvir (ella tjaldrið?), so bardust runavíkingar enn eina løtu. Teir minkaðu aftur um munin, men aftur hesaferð var talan um stokkutan hita. Tí StÍF setti ferðina enn meira upp, og so var liðugt hjá Tjaldrinum. Tá tjúgu minuttir vóru farnir av dystinum vóru strandingar frammanfyri við fimm málum.

Støðan var tá 13-8. Seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki komu mál afturat og av teimum átti StÍF tey fýra og Tjaldrið trý, soleiðis at hálvleiksstøðan

var 17-11 til strandingar.

Men tað var nú ikki tað ringasta fyri Tjaldrið. Tí í seinastu minuttunum av fyrra hálvleiki fingu teir ein leikara burturvístan. Tað merkir, at Tjaldrið, sum til dystin á Skála bert hevði níggju mans tøkar, til næstu ferð hevur ein mann minni at taka av.

Tjaldursleikarin Dan Lamhauge var burturvístur fyri í hevnisøku at sparka eftir einum StÍF leikara. Tjaldrið var í álopið, men málmaðurin hjá strandingum bjargaði skotinum og bólturin fór út í hornið, har ein strandingur gjørdi seg breiðan fyri at forða fyri at Tjaldrið kundi skjóta enn einaferð móti málinum. Báðir leikararnir fóru um koll og meðan leikararnir báðir lógu niðri metti dómarin at Tjaldursleikarin sparkaði strandingin og fyri tað fekk hann reyða kortið.


Einki mótvápn

Seinni hálvleikur byrjaði við, at StÍF fleyg fýra mál afturat framum Tjaldrið. Verjuspælið hjá strandingum virkaði framúr væl og aftanfyri seg hevði verjan ein serstakliga væl leikandi málmann. Johan Danielsen stóð sum ein brandur og hann var beinleiðis orsøkin til, at Tjaldursleikararnir ikki fingu fleiri mál enn teir gjørdu.

Tað liggur sera væl fyri hjá Johan í málinum og hann dugir sera væl at gera tað torført hjá mótstøðuleikarunum at skjóta móti sær.

Hetta eydnaðist honum til fulnar móti Tjaldrinum sunnukvøldið og hann fekk avmarkað talið av málum hjá runavíkingum til tjúgu og tá hálvleiksstøðan var 17-11, so skal ikki so nógv matematikk til fyri at siga okkum, at Tjaldrið bert fekk níggju mál í seinna hálvleiki. Teir høvdu fleiri drúgvar steðgir í málskjótingini.


John Petersen

var stjørnan

Nú hondbóltskappingin er farin í gongd og fótbólturin fyribils er lagdur á hyllina, eru fleiri av teimum drúgvastu fótbóltsleikarunum at síggja á hondbótsvøllinum. Á Strondum, og á Skála fyri tann skuld, eru tey glað fyri, at John Petersen er liðugur at spæla fótbót við B36, fyribils í hvussu er. Hann hevur fyrr víst at dugur er í

honum bæði á fótbóltsvølli og á hondbóltsvølli.

Í dystinum sunnukvøldið skaraði hann framúr. Hann gjørdi ikki færri enn 15 mál av teimum 42, sum strandingar fingu, og tað er ikki so lítið. Honum á baki komu Artur Johansen og Elias Hansen við sjey málum í part.

John Petersen er ein framúr góður hondbóltspælari og hevur eitt ótrúliga gott eyga fyri spælinum. At hann so eisini er so skjótur, sum hann er, ger tað bara uppaftur betur.

Av vestara armi á Skálafjørðinum siga tey, at John fyri tann skuld eins væl kundi verið hondbóltspælari burturav. Men tey leggja samstundis afturat, at fótbólturin óivað gevur meir.


Annar StÍF sigurin

Hetta var bert annar sigurin hjá StÍF í ár, men »hvilken en«, sum danir taka til. Teir báðar dystirnar, sum StÍF hevur vunnið ? móti KÍF og móti Tjaldrinum ? hava teir vunnið við meiri enn tjúgu málum. Annars hava teir tapt bæði móti VÍF, Neistanum og móti H71, sum so aftur tapti móti KÍF.

Hóast mótstøðan hjá strandingum sunnukvøldið mundi vera í veikara lagi, so hava teir hóast alt víst, at teirra lið er ov gott til at enda í tyngra endanum av fyrstu deild. Spurningurin er bara hvussu teir so kunnu koma har upp, sum tað er stuttligt at spæla hondbólt.

Til tað krevst, at teir gerast meira støðugir í spælinum og eisini ímóti teim góðu liðunum vísa, at teir kunnu halda fast tá teir eru frammanfyri

Ikki fyrr enn tá spyrst nakað haldgott burturúr.

Hjá Tjaldrinum stendur hinvegin einki til. Grundarlagið er smalt og lítið fólk er at taka av. Venjarin, Jens Martin Knudsen ? enn ein góður fótbóltsleikari ? er tyngdin á liðnum hjá Tjaldrinum og tað sigur seg sjálvt, at tað er ov veikt grundarlag at byggja eitt lið á.

So er bara spurningurin um Tjaldrið fer at gera tað sama sum KÍF, nevniliga at vinna ein dyst móti einum av oddaliðunum eftir at hava fingið bank frá strandingum. Livst so spyrst.