Eitt virðiligt lív – eisini á pensjón

Í Føroyum eru nógv, sum liva einans av fyritíðarpensjón ella fólkapensjón og samhaldsfasta. Hjá mongum er hetta ikki nóg mikið til eitt trygt og virðiligt lív, og nógv mugu venda hvørjari krónu. Summi mugu hugsa seg um, áðrenn tey keypa neyðugan heilivág. .

 

Tað er okkara ábyrgd at tryggja teimum eitt virðiligt lív. Sum javnaðarkvinna trúgvi eg uppá eitt samfelag bygt á solidaritet og rættvísi.

 

Vit vilja:

 

  • Lyfta tey, sum bert hava fyritíðarpensjón ella fólkapensjón og samhaldsfasta
  • Síggja til, at fyritíðarpensjónistar í serligum førum kunnu varðveita part av barnastuðlinum eftir, at børnini eru fylt 18 ár

 

Øll skulu við.

 

Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin