Høvuðsnavnið á kvøldinum er Hjarnar, sum hava spælt til hendan dansin hvørja ferð, hann hevur verið seinastu nýggju árini.
Saman við Hjarnar fer eisini Eivør Pálsdóttir at syngja og spæla.
Harafturat verður ymiskt annað á skránni. Mótashow við undirklæðum, Dirty Dancing, føroyskir Chippendales og rock?n?roll dansishow.
Fólk hava høvi at fara í grýluklæði, tí best klædda grýlan vinnur eina uttanlandsferð fyri tvey. Nummar tvey og trý fáa eisini virðisløn.
Tað er Kom og Dansa, sum skipar fyri.