Eivør skal syngja í nýggja Operahúsinum

Eivør Pálsdóttir og Danmarks Radio Big Band fara á nýggja konserferð í oktober mánað, og konsertferðin endar í nýggja Operahúsinum í Keypmannahavn, har Eivør skal hava konsert saman við kendari danskari songkvinnu

Eivør Pálsdóttir fer í oktober mánaði aftur at hava fleiri konsertir við Danmarks Radio Big Band. Konsertirnar byrja og enda í Danmark, men føroyingar sleppa eisini at uppliva Eivør saman við tí heimskenda danska orkestrinum.
Hóskvøldið og fríggjakvøldið 13. og 14. oktober fara Eivør og DR Big Band at spæla í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Fyrsta konsertin verður tann 5. oktober, tá ið tey spæla í Føllenslev, og síðani verður spælt í Nykøbing Falster, Haderslev og Birkerød, áðrenn leiðin verður løgd til Føroya.

Saman við Caroline Henderson
Konsertferðin endar í nýggja Operahúsinum í Keypmannahavn tann 17. oktober. Hetta verður ein konsert, har Eivør og DR Big Band spæla ein part, og kenda danska songkvinnan Caroline Henderson spælir ein part av konsertini.
Fyrr í ár góvu Eivør og Danmarks Radio Big Band út eina fløgu, og tað verður við grundarlagi í hesari fløgu, at tær sjey konsertirnar í oktober mánaði verða hildnar.