Eivør bergtók áhoyrarar í París

Í gjárkvøldið spældi Eivør Pálsdóttir á fullsettari konsert í París. Við eini inniligari og kraftmiklari framførslu bergtók hon fronsku áhoyrararnar.

Við sær á pall hevði Eivør Mattias Kapnas á klaveri.

 

Konsertin var fyri innbodnum, harímillum fjølmiðlafólkum og fólki í franska tónleikaumhvørvinum. Eisini vóru nøkur atgongumerki lutað út alment.

 

Konsertin varð hildin í Frederikskirken, sum liggur skamt frá Triumfboganum í París og varð fyriskipað av Faroe Islands Music Export, Visit Faroe Islands, Le Bicolore, Sendistovuni í Brússel og føroyska uttanríkis-og mentamálaráðnum.

 

Eftir ætlan skuldi Greta Svabo Bech eisini framføra á konsertini, men hon hevði forfall. Undir tiltakinum vórðu spæld nøkur løg hjá Gretu, og áhoyrarnir fingu høvi at hoyra hennara tónleik.

 

Tiltakið er partur av mentanarátakinum Føroyar í París 2022, har meira kunning er at finna (á fronskum) á www.lebicolore.dk 

 

Føroyar í Paris í 2022 verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark (Le Bicolore) og Visit Faroe Islands.

 

##med2##

 

Átakið fevnir um eina røð av føroyskum tiltøkum innan myndlist bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, sum vera í Paris í tíðarskeiðnum januar til mars 2022.

 

Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist Listasavnið, FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum.

 

- Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list, og birta undir mentanarsamstarv millum Føroyar og Frakland.

 

Tað veit uttanríkis-og mentamálaráðið at siga í tíðindaskrivi seinnapartin í dag.

 

##med3##