Tað verða okkara mætasti songfuglur, Eivør, og fremsti troubadurur, Teitur, ið standa á odda fyri sangløtuni á G! í ár. Afturat sær hava tey superbólkin ”Konfekt” við Mikael Blak, Benjamin Petersen, Una Árting, Per I. Højgaard Petersen og Jan Rúna Poulsen.
Konfekt er føroya einasti live-karaoke bólkur og spælir øll løgini í bossanova stíli. Hetta ger, at øll lættliga kunna syngja við. Allir sangirnir á skránni vera kendir sangir og fólkaogn.
Umframt Eivør og Teit eru ein heilur hópur av gestasangarum, ið syngja kendar sangir, tey hava skrivað. Nevnast kunnu Finnur Koba við Forelskaður Sjónleikari, Terji Rasmussen við Eros, Simme við Sunnukvøld í plantasjuni, Elin Heinesen við Eitt dýpi av dýrari tíð, Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen við Upp á tá. Aðrir sangir á skránni eru m.a. Seinasta vaktin, Fagra Blóma, Mær Leingist.
Sangløtan verður stutt sagt ein tími av tíðarleysum føroyskum klassikarum stroyddir við gulli.