El Clasico í Saudiarabia

Supercopa de España: Tað verður ein uppgerð millum risarnar og arvafíggindarnar Real Madrid og FC Barcelona

Spanska fótbóltssambandið hevur tikið ein umstríddað avgerð og flutt stórsteypa dystin til Saudiarabia. Hartil er stórsteypadysturin gjørdur til ein sokallaða mini-kapping, har fýra lið luttka. Tað ger, at talan verður um tríggjar dystir.

 

Real Madrid vann í innleiðandi dystinum á Valencia eftir brotssparkskapping. Karim Benzema legði Real Madrid á odda beint fyri hálvleik, meðan Samuel Lino javnaði fyri Valencia. Í brotssparkskappingini skoraði Real Madrid upp á øll síni, meðan Valencia brendi tvær ferðir.

 

Í hinum dystinum mátti FC Barcelona somu leið, sum Real Madrid. Her endaði tað við javnleiki 1-1 í vanligari leiktíð, síðani eitt mál í part í longdu leiktíðini, áðrenn farið var til brotssparkskapping. Nabil Fekir og Lorenzo García fyri Real Betis, og Robert Lewandowski og Ansu Fati fyri FC Barcelona.

 

Í brotssparkskappingini brendi Real Betis eins og Valencia tvær ferðir. Tí verður tað ein Supercopa de España finala millum Real Madrid og FC Barcelona í Saudiarabia. Eftir tvey vánalig ár, er FC Barcelona við aftur í meistarastríðnum og tí hevur dysturin kanska eitt sindur størri týdning, enn bara ein stórsteypafinala.

 

Supercopa de España finala:

 

Sunnudagin klokkan 19

 

Real Madrid – FC Barcelona