El-deildin hjá Mest verður styrkt

- Vit vilja tryggja okkum, at vit altíð eru í fremstu røð, sigur leiðarin á el-deildini hjá Mest, Pauli Jarnskor.

10 fólk starvast í dag á el-deildini hjá skipasmiðjuni Mest, og átta av hesum vóru herfyri á fýra dagar longum skeiði í PLC-skipanum og frekvens-umformarum.

 

- Hetta gera vit fyri at tryggja, at Mest alsamt er í fremstu røð og hevur neyðugu førleikarnar at nøkta tørvin á marknaðinum.

 

Mest upplýsir, at síðan Pauli Jarnskor tók við sum leiðari á el-deildini hjá Mest í desember í 2015 eru ymisk tiltøk sett í verk fyri at umlaga og styrkja deildina. Fleiri fólk eru komin, og førleikarnir eru styrktir.

 

- Tað var Søren Nørgård Andersen frá Schneider í Keypmannahavn, ið stóð fyri skeiðnum, sum var hildið á el-deildini á skipasmiðjuni. Skeiðið var ein blandingur millum teori og verkligar venjingar.

 

Um áhugi er, kunnu fleiri myndir frá skeiðnum síggjast á www.mest.fo