Eitt týðiligt hitamynstur hevur seinastu mánaðirnar tikið skap í Kyrrahavinum.
Mátingar hjá evropeisku Copernicus-tænastuni vísa, at sjóvarhitin í stórum pørtum av tropiska Kyrrahavinum liggur væl oman fyri miðal. Serliga sæst hetta frá miðskeiðis í ekvatoriska Kyrrahavinum og eystureftir móti vesturstrond Meksiko.
Hetta verður sett í samband við El Niño, sum er undir menning.
Í juni var sjóvarhitin nógv oman fyri vanligt í stórum parti av ekvatoriska Kyrrahavinum, eisini í sokallaða Niño 3.4-økinum, sum verður brúkt til at fylgja við El Niño.
Sambært Copernicus hevur hetta hitamynstrið verið sjónligt síðani apríl, og summastaðni hevur talan verið um álvarsligar ella ógvusligar hitabylgjur í sjónum.
Metheitt hav
Í juni var miðalhitin í havinum millum 60 stig sunnanfyri og 60 stig norðanfyri 20,86 stig.
Tað er hægsti sjóvarhiti, sum er máldur fyri juni í hesum økinum, tó bert 0,01 stig oman fyri gamla juni-metið frá 2024.
Longu í mai vóru óvanliga høgir hitar skrásettir í tropiska Kyrrahavinum. Tá hevði miðalhitin í einum stórum parti av tropiska Kyrrahavinum sett met síðani seinna part av apríl – enntá áðrenn væntaða El Niño-fyribrigdið veruliga hevði ment seg.
Kann ávirka veðrið kring allan heimin
El Niño er eitt afturvendandi náttúrufyribrigdi, sum hongur saman við óvanliga heitum sjógvi í tropiska Kyrrahavinum. Tað kann broyta luft- og havstreymar og harvið hava ávirkan á veðurlagið langt frá Kyrrahavinum.
Heimsveðurstovnurin WMO væntar sambært Copernicus, at El Niño, sum nú er undir menning, fer at styrkjast skjótt komandi mánaðirnar.
Seinasta sterka El Niño-fyribrigdið var í 2023–2024. Copernicus vísir á, at sera høgir sjóvarhitar tá vóru skrásettir í stórum pørtum av tropiska Kyrrahavinum og Norðuratlantshavinum.











