Grønlendski landsrætturin hevur latið leysan ein mann, sum varð handtikin í sambandi við, at ein 29 ára gomul kvinna doyði í Maniitsoq sunnudagin.
Tað upplýsir løgreglan í Grønlandi í tíðindaskrivi.
Maðurin varð mánadagin førdur fyri dómaran í økisrættinum, sum avgjørdi, at hann skuldi varðhaldsfongslast í 28 dagar.
Hann kærdi avgerðina til landsrættin. Týsdagin avgjørdi landsrætturin, at grundarlag ikki var fyri at halda manninum aftur, og tí er hann nú leyslatin.
Løgreglan heldur fram við at kanna málið, men vil í løtuni ikki veita fleiri upplýsingar.
Kvinnan doyði á einum sjúkrahúsi sunnudagin. Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 07.27.
Løgreglan lýsti síðani málið sum eitt illgrunasamt andlát. Henda orðingin verður brúkt, tá ikki ber til beinanvegin at útiloka, at eitt brotsverk kann vera framt.
Løgreglan hevur ikki upplýst aldurin á manninum ella, um hann og kvinnan kendust.
Kelda: Ritzau











