Í eitt ár afturat fara bilar hjá IR Lastvognum í Kollafirði at heita rusk í Tórshavnar kommunu. Men býráðið samtykti í gjár at taka av øðrum tilboð frá P/F Landleiðini, sum næstu 12 árini skal heita rusk í Tórshavnar kommunu við elbilum

Elbilar fara at savna rusk í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar býráð samtykti í gjár at taka av tilboð frá Landleiðini um rusksavnan í Havn

Í eitt ár afturat fara bilar hjá IR Lastvognum í Kollafirði at heita rusk í Tórshavnar kommunu. Men býráðið samtykti í gjár at taka av øðrum tilboð frá P/F Landleiðini, sum næstu 12 árini skal heita rusk í Tórshavnar kommunu við elbilum

Tað verður P/F Landsleiðin, sum skal reka ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu, tá verandi sáttmáli við IR Lastvognar í Kollafirði gongur út um eitt ár.

 

Tilboðið frá Landleiðini var upp á kr. 12.987.367 og var tað lægsta tilboðið upp á ruskinnsavnan við elbilum.

 

Hini tilboðini upp á at savna rusk við elbilum vóru frá IR Lastvognum, sum vildi gera tað fyri kr. 14.320.849 og frá P/F Barðinum, sum vildi gera tað fyri kr. 18.286.468.

 

Lægsta boðið at heinta rusk við diesel ruskbilum var frá IR Lastbilum, sum vildi gera tað fyri  kr. 11.459.068. Hitt tilboðið sum kom inn var frá P/F Landleiðini, sum vildi gera tað fyri kr. 12.987.367.

 

Í málstilfarinum frá býráðsfundinum í Havn í gjár sæst, at sáttmálin, sum Tórshavnar kommuna hevur við IR-Lastbilar um ruskinnsavning í Tórshavnar kommunu, gongur út 30. september 2026.

 

Sáttmálin var galdandi frá 1. apríl 2017 til 31. mars 2024. Sáttmálin er síðani longdur í eitt ár, fram til 31. mars 2025, og eftirfylgjandi er sáttmálin aftur longdur í 1,5 ár afturat, fram til 30. september 2026.

 

Í sambandi við, at sáttmálin seinast varð longdur, samtykti náttúru- og umhvørvisnevndin, tann 17. mars 2025, at leingja sáttmálan í 1,5 ár, við tí treyt, at lisitatiónin verður innan 6 mánaðir. Fíggjarnevndin samtykti tann 19. mars 2025 at taka undir við náttúru- og umhvørvisnevndini.

 

Í sáttmálanum er ásett, at ánarin hevur rætt til, men ikki skyldu til at yvirtaka renovatiónsbilarnar, tá ið sáttmálaskeiðið er av, ella um sáttmálin verður slitin ella uppsagdur.

 

Í stk. 2 stendur, at yvirtøkuvirðið fyri bilarnar, sum arbeiðstakarin yvirtekur, so fall verður ásett til upprunaliga keypsprísin minus 10% og við linjurættari niðurskriving (virðisminkan) yvir 7 ár, treytað av at bilarnir eru røktir sambært forskriftunum frá framleiðaranum, og at allar umvælingar eru framdar.

 

Renovatiónsbilarnir eru nú so gamlir, at tað gevur ikki nakra meining hjá Tórshavnar kommunu at yvirtaka hesar. Eisini er krav sett í útbjóðingartilfarið, at bilarnir skulu verða nýggir við sáttmálabyrjan.

 

Í málstilfarinum frá býráðsfundinum verður eisini skrivað, at í Danmark leggja flestu kommunur um til elbilar, bæði tí at tað minkar um CO2 útlátið, men eisini tí at tað er betri fyri nærumhvørvið í mun til dálking frá útláti og óljóði, umframt at tað er betri fyri tey starvsfólk, sum heinta ruskið.

 

Í hesum sambandi hevur býráðið fingið eina frágreiðing frá ráðgevingarfyritøkuni Afry, sum er ein greining av møguleikanum fyri at leggja ruskinnsavningina um frá diesel til el.

 

Niðurstøðan er, at út frá teimum royndum, sum danskar kommunur hava gjørt, er onki, ið bendir á, at Tórshavnar kommuna ikki kann brúka eldrivnar ruskbilar í sambandi við innheinting av húsarhaldsburturkasti.

 

Í útbjóðingartilfarinum er ásett, at høvuðstilboðið skal verða uppá elbilar, men at tað eisini ber til at lata alternativt boð inn uppá aðrar loysnir enn elbilar.

 

Fyri elbilar er sáttmálatíðin 12 ár, fyri aðra alternativa loysn, til dømis diesel biliar, kann sáttmálatíðin ikki verða longri enn 8 ár.

 

Tekniski stjórin, leiðarin á Umhvørvisdeildini og leiðarin á Brennistøðini mæla til:

 

  • - at nevndin tekur undir við tilmælinum frá metingarbólkinum, at gera 12 ára sáttmála við sp/f Landleiðin um ruskinnsavnan í Tórshavnar kommunu, frá 01. oktober 2026 til 30. september 2038.
  • - at nevndin tekur undir við uppskotinum um sáttmála millum Tórshavnar kommunu og sp/f Landleiðin, j.nr. 25/06300-22
  • - at meirkostnaðurin fyri nýggja sáttmálan uppá ruskinnsavningina verður tikin við í fíggjarætlanararbeiðið fyri 2026 og árini fram.
  • - at beina málið í býráðið, umvegis fíggjarnevndina.

 

Náttúru- og umhvørvisnevndin 01. september 2025: Ein meiriluti, Kristianna Winther Poulsen, Guttormur í Skála, Annita á Fríðriksmørk, Annfinn Brekkstein, tekur undir við tilmælinum. Kári Johansen atkvøður ímóti.

 

Fíggjarnevndin 10. september 2025: Ein meiriluti, Elsa Berg, Guttormur í Skála og Kristianna Winther Poulsen, tekur undir við tilmælinum og beinir málið í býráðið.

 

Ein minniluti, Tróndur Sigurðsson og Høgni Vilhelmsen, tekur ikki undir við tilmælinum, men mæla til at taka av lægsta tilboðið til tess at spara sum mest av peningi fyri skattgjaldaran í Tórshavnar kommunu.

 

Býráðsfundur 18. september 2025: Atkvøtt varð um meirilutatilmælið frá fíggjarnevndini.

Fyri atkvøddu: Elsa Berg, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe, Kristianna Winther Poulsen, Bergur Robert Dam Jensen, Annfinn Brekkstein og Guttormur í Skála.

 

Ímóti atkvøddu: Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Høgni Vilhelmsen og Birgir Nielsen.

 

Blankt atkvøddi: Eingin.

Málið varð sostatt samtykt við 9 atkvøðum fyri, 4 atkvøðum ímóti og ongari blankari.

 

Í eitt ár afturat fara bilar hjá IR Lastvognum í Kollafirði at heita rusk í Tórshavnar kommunu. Men býráðið samtykti í gjár at taka av øðrum tilboð frá P/F Landleiðini, sum næstu 12 árini skal heita rusk í Tórshavnar kommunu við elbilum