Kanska kundu klaksvíkingar ynskt sær ein bleytari start til tilveruna í Atlantic Airways deildini enn júst føroyameistararnar ? hóast heimavøll.
Teir vóru eisini runnir um koll av Neistanum, sum eftir 11 minuttum var framman fyri 11-3. Men eftir ein time-out fylgdust liðini við 10 máls muni heilt fram til bert tíggju minuttir vóru eftir at leika.
Tað var serliga munurin á leikferð, ið eyðkendu liðini, tí meðan Neistin var ógvuliga skjótur, bæði í álop, heim í verju og serliga í mótálop, so leikti Team Klaksvík als ikki í sama tempo. Og høvdu neistamenn verið eitt sindur nærlagdari í mótálopunum, hevði munurin verið enn størri.
Tað eyðkendi álopini hjá Neistanum, at tey vóru sera stutt. Team Klaksvík brúkti longri tíð til síni álop, men tað var skiljandi, tí teir hava heldur ikki somu royndir í álopsleikinum sum Neistin og mátti leita longri eftir einari opnu.
Báðir venjarar vóru nøgdir við álopsspælið hjá sínum liði, samstundis sum teir vóru ónøgdir við verjupartin. Og í álopspartinum fangaði kviki og tekniskt framúrskarandi Jón Jacobsen eygað fyri Team Klaksvík. Onkrar tekniskar snildur vóru úr ovastu skuffu. Einki at ivast í, at vit fara at síggja nógv til hann í vetur.
Hinvegin hevði verjan tað sera trupult móti hartskjótandi Heina Hanusarson og Finnur Hansson, eins og toppskjúttin frá í fjør, David Edvardsen skoraði eftir vild í byrjanini av dystinum.