Eldraøkið fær 5,8 milliónir afturat

Landsstýrið biður løgtingið um at játta 5,8 milliónir krónur aftur at til eldraøkið. Sambært eykajáttanarlógini, ið Jørgen Niclasen bar í løgtingið í dag, skulu pengarnir brúkast til at varðveita tænastustøðið, bæði í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimunum.

 

Umbønin er útreiðsluneutral. Tað merkir, at Almannaráðið hevur sjálvt funnið pengarnar á øðrum játtanum undir ráðnum.

 

Bróðurparturin kemur frá einari meira ella minni kollsigldari kt-skipan, sum nú skal endurskoðast. Talan er um eina kt-heildarskipan til Almannaverkið, sum upprunaliga fekk játtað fimm milliónir krónur á fíggjarlógini í ár. Men arbeiðið er seinkað og heildarætlanin verður í løtuni eftirmett. Tí verða fýra av fimm milliónum fluttar frá hesi játtanini yvir til eldrarøktina.

 

Restina av pengunum hevur Almannamálaráðið funnið við at lækka játtanina til stuðul til uppihaldspening við einari millión, umframt at pengar verða fluttir frá øðrum konti.