Framsýning av modelskipum á Fiskimannafelagnum

- Hetta er fyrstu ferð, at vit eru við á mentanarnáttini. Øll eru vælkomin, og ein drekkamunnur verður eisini at fáa

 

Á Mentanarnáttini, sum verður í Havn í kvøld, verður nógv ymiskt at fara til kring um í býnum.

 

Eitt tiltak, sum verður mitt í býnum - um vit so kunnu siga - er ein framsýning av modelskipum og bátum.

 

Framsýningin verður í hølunum hjá Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka 16, og dyrnar verða opnar frá klokkan 19-23.

 

Hetta er ein forvitnislig framsýning, sum verður í hugnaligu hølunum hjá felagnum á veghæddini.

 

- Hetta er fyrstu ferð, at vit eru við á mentanarnáttini. Øll eru vælkomin, og ein drekkamunnur verður eisini at fáa. 

 

Føroya Fiskimannafelag heldur til í dagførdum hølum, og gingið verður inn á veghæddini niðan móti Havnar kirkju.