Eldur í dansihøli

Níggju fólk doyðu, og 25 fingu skaða, tá eldur kom í eitt dansihøli í Suðurkorea í nátt. Løgreglan sigur, at eldurin kyknaði í einum rúmi á triðju hædd í bygninginum, sum er í havnarbýnum Busan. Trý av teimum, sum doyðu, vóru úr Sri Lanka.

Vitni hava greitt frá, at tey hoyrdu ein harðan brest, og at hølið fyltist við royki beint aftaná. Roykurin breiddi seg um allan bygningin, og tað gjørdi, at fólk høvdu ilt við at finna út. Umleið 100 sløkkiliðsmenn komu á staðið, og tað eydnaðist teimum at bjarga 35 fólkum útum, skriva tíðindastovurnar.

Fyri trimum árum síðani kom eldur í eitt annað dansihøli í Busan. Ta ferðina doyðu minst átta fólk.