Eldur er av álvara kyknaður

1 DEILD: Stríðið um at flyta upp harðnaði í dag, og tað kann væl verða uppaftur størri í morgin

Mynd: B71

Inntil fyri heilt stuttum sá tað út til, at spurningurin um at flyta upp í bestu deildina fór at verða avgreiddur friðarliga skilt á tann hátt, at FC Suðuroy var upplagdur favorittur at flyta beinleiðis upp, og at eitt annað felag fór at fáa møguleika at spæla um pláss í bestu deildini ímóti tí, sum fer at enda næstaftast í bestu deildini.

 

Í kvøld vendir tað heilt øðrvísi, enn tað hevur gjørt.

 

Ein orsøk er, at B36 er steðgað upp. Teir næstbestu hjá B36 vóru leingi á odda og so á heiðursmerkjaplássi. Í gjárkvøldið tapti B36 2-0 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá KÍ, sum hava verið í stórum vanda fyri at flyta niður, men sum nú eru við at koma sær upp á turt.

 

Í dag tapti toppliðið FC Suðuroy, sum við viðhaldsskara var á Sandi. B71 vann 1-0 við máli, sum  varð skorað í 62. minutti.

 

Við langari sending úr heimaverjuni varð bólturin lagdur fram til Eduardo Coimbra, sum sneiddi seg leysan og setti bóltin framvið Rasmusi Olsen í FC Suðuroy málinum.

 

Sigurin ber við sær, at B71 nú er á fjórða plássi við 37 stigum. Sandoyingar hava ikki tapt síðani 28. juni, tá ið teir taptu 2-1 á útivølli ímóti Víkingi. Síðani hava teir vunnið 19 stig í 9 dystum.

 

Tapið hjá FC Suðuroy í dag var tað fyrsta síðani 18. mai, tá ið FC Suðuroy tapti 3-1 á útivølli ímóti Víkingi. Síðani var úrtøkan 23 stig í 11 dystum.

 

FC Suðuroy og Víkingur, sum í morgin fær vitjan av botnliðnum HB, hava 39 stig, B36 og B71 hava 37 stig, TB hevur 35 stig, og AB hevur 34 stig. Seinnapartin í morgin fer AB at spæla á heimavølli ímóti FC Hoyvík, sum er næstaftast.

 

Í dag fekk TB av álvara um endan í kappingini um at flyta upp, tá ið tað í Trongisvági endaði við 2-1 heimasigri ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

 

Samudeen Musah í 7. minutti, og Eyðtór Eyðsteinsson í 58. minutti løgdu TB á odda 2-0, og Kári Hansen minkaði um munin til 2-1 í 66. minutti.    

 

Víkingur221165502839
FC Suðuroy221093452839
B36221075412937
B71231076342637
TB238114322135
AB22976412434
NSÍ23779333928
237313244524
FC Hoyvík224513174317
HB222614235712

 

Sunnudagin

 

Víkingur – HB: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00

 

AB – FC Hoyvík: Leivur Zachariassen kl. 15.00

 

24. umfar

 

Fríggjadagin 27. september

 

NSÍ – KÍ: Heini Ziskason Viðoy

 

Leygardagin 28. september

 

HB – B36: Rani Andrasson Skaalum

 

B71 – AB: Leivur Zachariassen

 

Sunnudagin 29. september

 

FC Hoyvík – Víkingur: Alex Troleis

 

FC Suðuroy - TB: Høgni Madsen

 

Mynd: B71