VIDEO: Soleiðis vann AIK á Kalmar FF

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Kalmar FF-AIK Stockholm 0-1 (0-0)

Í dag spældi liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm dyst á útivølli móti Kalmar FF.

 

Tað eydnaðist AIK at vinna dystin 1-0. Finski Onni Valakari skoraði sigursmálið fýra minuttir aftaná steðgin.

 

AIK Stockholm hevur vunnið 19 av 21 stigum sjey teir seinastu dystirnar í Allsvenskuni. 

 

AIK Stockholm er nú nummar fýra í deildini við 39 stigum. Teir eru bert eitt stig aftanfyri Hammarby, ið teir møta heima á Strawberry Arena, sunnudagin 29. september klokkan 13.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Kalmar FF-AIK Stockholm 0-1 (0-0):

 

##med2##