Eldur kom í bil á veg inn í Leir­víks­tunn­il­in

Í gjárkøvldið stutt fyri klokkan 20:30 kom eldur í ein bil, beint sum hann var á veg inn í Leirvíkstunnilin

Tað var klokkan 20:24, at løgreglan fekk boð um, at eldur var í einum bili í Leirvíkstunlinum. Hetta var beint eftir venjingina, sum var í Norðoyatulinum, sum tí hevði verið stongdur.

Men bilurin var tó ikki inni í tunlinum, men beint uttan fyri tunnilsmunnan í Gøtudali og var á veg inn í tunnilin.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at eldurin var sløktur klokkan 20:50. Men nógvur roykur var inni í tunlilnum, sum tí ikki kundi latast uppaftur alt fyri eitt. Tí vórðu boð send eftir stórum blásarum frá Klaksvíkar Sløkkiliði fyri at fáa roykin úr tunlinum.

Klokkan 22:19 varð tunnilin latin uppaftur