Fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá danska manslandsliðnum í fótbólti, árini 1979-1990, Sepp Piontek er deyður 85 ára gamal.
Sepp Piontek førdi Danmark til EM-endaspælið í Fraklandi í 1984, har bert ein tapt brotssparkskapping gjørdi, at Danmark ikki vann seg í EM-finaluna. Brenda brotsparkið hjá Preben Elkjær í hálvfinaluni móti Spania í Lyon er ein løta vit, ið sum vóru á døgum tá ikki gloyma.
Hann førdi eisini Danmark til fyrsta HM-endaspælið nakrantíð. Undir HM-endaspælinum í Meksiko í 1986 hugtók danska liðið fótbóltsheimin við góðum spæli, og sigrum á Skotlandi, Uruguay og Vesturtýsklandi í innleiðandi bólkaspælinum. Í áttandapartsfinaluni móti Spania gekk tó av skriðuni. Danmark tapti heili 1-5, men vóru heiðraðir kring heimin fyri teirra góða fótbóltsspæl.
Josef Emanuel Hubertus "Sepp" Piontek var borin í heim í táverandi Breslau í Eysturpreussen 5. mars í 1940. Býurin eitur nú Wroclaw og liggur í núverandi Póllandi. Aftaná seinna heimsbardaga blivu landamørkini eystanfyri flutt, og týsk landaøki blivu partar av Póllandi og Sovjetsamveldinum.
Sum leikari spældi Sepp Piontek sum verjuleikari við Werder Bremen í týsku bundesliguni, árini 1960-1972. Hann spældi 278 dystir og skoraði 15 mál fyri Werder Bremen hetta tíðarskeiðið. Við liðnum vann Sepp Piontek týsku steypakappingina í 1961, og týska meistaraheitið í 1965.
Áðrenn hann gjørdist landsliðsvenjari í Danmark var hann venjari hjá Werder Bremen, Fortuna Düsseldorf, St. Pauli, og landsliðsvenjari hjá Haiti.
Aftaná tíðarskeiðið sum venjari hjá Danmark var Sepp Piontek landsliðsvenjari hjá Turkalandi og Grønlandi, og hann royndi seg eisini sum venjari hjá AaB og Silkeborg.
Tá føroyska landsliðið spældi tveir venjingardystir móti Grønlandi í Nuuk, 29. juni og 3. juli í 1983 var Sepp Piontek saman við Uvdlo Jakobsen venjari hjá Grønlandi. Ole Skoubo var føroyskur landsliðsvenjari tá. Donsku ítróttarmiðlarnir skrivaðu tá um hesar báðar landsdystirnar millum hini bæði landsliðini í ríkinum. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 0-0, og Føroyar vunnu seinna dystin 3-2. Sepp Piontek var turkiskur landsliðsvenjari, tá Føroyar og Turkaland í venjingardysti á ovara vælli leiktu javnt 1-1. Hetta var 15. juli í 1991. Todi Jónsson skoraði føroyska málið. (Kelda: FaroeSoccer)
Í dag syrgir fótbóltsglaða danska tjóðin týskaran, ið bleiv donsk fólkahetja, og Sepp fær nógv góð orð frá donskum fótbóltslegendum fyri at flyta danska landsliðið frá einum lægri miðalstøði til eitt høgt støðið.
Tvey ár aftaná Sepp Piontek gavst sum landsliðsvenjari vann hjálparvenjarin hjá honum, árini 1987-1990, Richard Møller Nielsen EM-endaspælið í 1992 saman við danska landsliðnum. Í júst tí undankappingini møtti Danmark føroyska landsliðnum, ið tók lut í fyrstu undankappingini nakrantíð. Danmark vann 4-1 á Føroyum í gomlu ítróttarparkini í Keypmannahavn, og 4-0 á Føroyum á táverandi heimavøllinum í Landskrona í Svøríki.
Klaus Berggreen hevur hesi orðini at siga um Sepp Piontek í samrøðu við Politiken: »Han var en fantastisk leder, fordi han havde disciplinen, samtidig med at han forstod vores humor og charme. Han var en utrolig personlighed«.










