Okkum dámar best at fara uttanlands

- Vit eru tó minst einaferð um árið í summarhúsum í Føroyum, sigur Sandra Nowicka, sum fer at vitja í heimlandinum Póllandi í summar

 

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum? 

- Vit fara ein túr av landinum saman við systir míni, hennara maka og børnunum, beiggja mínum, damuni hjá honum og okkara foreldrum. 

Tað sigur Sandra Nowicka. 

- Vit fara at ferðast til heimlandið hjá okkum, Pólland, og vit royna at ferðast hagar annað hvørt ár.  

Hvussu ferðast tit úr Føroyum til Póllands? 

- Vit fara við Norrønu til Danmarkar og koyra síðan úr Danmark til Póllands.

Sandra sigur, at tað er ein langur biltúrur úr Danmark til Póllands.

- Biltúrurin tekur umleið 14 tímar, um koyrt verður út í eitt. Men, vit steðga ofta á leiðini at strekkja okkum beinini og hugna okkum. 

Hon vísir á, at hesaferð er planurin at fara til eina stuttleikapark og yvirnátta á hotelli, bæði í Danmark og Týsklandi. 

- Síðan koyra vit restina av teininum heim til Póllands, har vit fara at njóta tríggjar vikur saman við familjuni. 

 

##med2##

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja? 

- Vit ferðast ikki so nógv í Føroyum. Okkum dámar best at fara uttanlands, tó eru vit minst einaferð um árið í summarhúsum í Føroyum saman við okkara vinapari og teirra børnunum. Tá koma vit eitt sindur runt í Føroyum. 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?  

- Fyri okkum bæði og børnini hevur tað stóran týdning at sleppa út at ferðast. Vit elska tað og gleða okkum altíð líka nógv til ferðina, sigur Sandra Nowicka.