Í kvøld er eldur í einum kampinghúsi í Alsmeer, einar sjey kilometrar úr stóru niðurlendsku floghavnini, Schiphol.
Roykurin, sum stendur himmalhøgt, sæst væl úr floghavnini, og sløkkiliðsfólk royna at fáa tamarhald á støðuni.
Tað er niðurlendska ávísin, De Telegraaf, sum skrivar um eldin og ógvusliga roykin.
- Fyribils ávirkar eldurin ikki flogferðsluna, og tað eru í løtuni ongar seinkingar, sigur ein talsmaður fyri flogvøllin.
Talsmaðurin vísir á, at tey fylgja væl við gongdini.
- Verður tað neyðugt, fara vit at flyta flogferðsluna til onkrar aðrar breytir, um viðurskiftini loyva tí, leggur talsmaðurin aftrat.
##med2##